Search
Close this search box.
Hvat skal man gera um man pissar í song? (uttan at nakar skal vita av tí)

Hey tú, ið vilt steðga bedwetting!

At pissa í song, er meira vanligt enn man heldur, og nógv hava hendan trupulleikan. Ofta er tann, ið pissar í song flovur yvir tað og vil goyma tað. Læknar siga, at orsøkin til at ein pissar í song, er sum oftast tí at ein ger ov nógv piss um náttina enn vanligt, og tí at bløðran ikki kann halda tí. Eisini kann ein sova so fast, at ein ikki varnast, at ein vil pissa. Ofta er hesin trupulleikin í familjum, so um mamman ella pápin hava pissað í song, tá tey vóru lítil, so kann væl vera, at barnið hjá teimum eisini fer at pissa í song. Nú veit eg ikki, um tíni foreldur vita, at tú pissar í song, men sig teimum tað endiliga ella einum øðrum vaksnum, ið tú hevur álit á. So verður lættari at fáa hjálp og steðga við at pissa í song. Eg veit heldur ikki, um tú hevur pissað í song leingi ella um hetta  er byrjað stutt síðani, óansæð er tað ordiliga gott, um tú fortelur tínum foreldrum tað ella einum øðrum vaksnum, ið tú hevur álit á. Ofta fer trupulleikin av sær sjálvum. Men um trupulleikin er stórur, er gott at fara til lækna við tí, tí læknar møta ofta børnum, sum pissa í song. Har er ymisk hjálp at fáa. Ein kann til dømis fáa tablettir fyri tað. Annars kanst tú royna at drekka minni um kvøldið. Royn heldur at drekka um dagin. Minst endiliga til at fara á wc, áðrenn tú fert í song. Far endiliga tvær  ferðir og vita, um tú fært pissað.

Vónandi kundi tú brúka svarið.

Vinarliga heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…