Search
Close this search box.
Eg og ein vinmaður knekkaðu ein kúlupenn og koyrdi blekki á eina nál og stungu hana undir handliðin og gjørdi eitt smiley:) Men nú havi eg lisið eitt sindur um stick ‘N’ Poke og tað vísur seg at vera vandamikið fyri húð og blóð og annað. Eri bangin fyri at fáa blóðbetendilsi og vil tosa við onkran vaksnan um tað, men mamma og babba haldi eg tað hemmiligt fyri, tíð tey dáma ikki tatoveringar. Hvat skal eg gera? Hjåålp!

Góði Tú

Fyrst av øllum, takk fyri brævið. Hatta tú og vinmaðurin hava gjørt ljóðar ikki so skilagott. Um fremmandalikam og annað óreint kemur inn í okkara blóðskipan, so kann hetta geva keðilig árin. Her vilja vit sterkt ráða tykkum til, at fara til kommunulæknan, fyri at meta um hvat skal gerast við hetta, um neyðugt.
Tú sigur eisini, at tú vilt halda tað hemmmuligt fyri mammu og pápa tínum, tí tey ikki dáma tatoveringar.

Vit hava eina lóg frá 1967 og hon er galndandi. Hon sigur: ” Tann sum tatoverar ein persón, ið er undir 18 ár, verður revsaður við bót ella varðhaldsfongsling, …
Vit kunnu lesa út frá hesi lóg, at ein sum tattoverar kann fáa revsing, men lógin sigur samstundis, at ein undir 18 ár ikki hevur loyvið at fáa eina tatovering.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…