Hey tú, ið hevur eitt dilemma!
Tað er ikki gott fyri teg sjálva ella hann, at tú ert SO súr inn á teg sjálva. Tað sum hendi, var eitt nokkso vanligt úrslit av eini vanligari samtalu millum tvey vinfólk. Tú segði, helst erliga, at tær ikki dámar nakran í løtuni, og hann segði, at honum dámar teg. Hatta hendir ofta millum vinfólk, og tað er ikki tín ábyrgd, at honum dámar teg betri enn tær dámar hann. Tú sigur ikki í brævinum, hvat tú nú hugsar um hann, eftir at tú veitst, hvørjar kenslur hann hevur fyri tær. Eg hugsi, um tað er so, tí at tú hevur ringa samvitsku, ella um tú hevur heitari kenslur fyri honum nú. Hann hevur loyvi at reagera við at vera keddur, og tú skalt bara lata hann vera keddan, um tú ikki sært hann enn annað enn tín vinmann. Tíðin fer nokk at broyta tykkara støðu mótvegis hvørjum øðrum. Kanska fer hann at senda tær smilies aftur, kanska ikki. Tað er ikki tín ábyrgd at tillaga teg tí, sum hann vil. Har meini eg, at tú kanst ikki dáma hann, tí honum dámar teg. Tað eru ymisk sløg av kærleika, m.a. hann, sum er millum vinfólk og so hann, sum er millum pør. Tað er umráðandi at skilja munin. Viðhvørt enda vinarløg vegna sovorðnar misskiljingar, men tað ber eisini til framhaldandi at vera vinfólk, um tit virða hvønn annan og hava brúk fyri hvørjum øðrum sum vinfólk
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin