Search
Close this search box.
Eg havi óforklarlig strekkmerkir á bróstinum eg eri ikki við barn ella havi aldrin veri heldur og eg eri ikki feit ella nakað og eg havi ikki tikið uppá ella nakað :( hví havi eg fingið strekkmerkir á boppurnar :( ?

Hey!
Vit kenna ikki orsøkina til,  at strekkmerkir koma,   bert at tey  oftari koma,  tá tað eru hormonellar broytingar,  sum tá ein er við barn ella tá ein  broytir vekt, tað kann vera fiti, men eisini  við body Building har vøddar serliga veksa.
Tú ert 15 ára gomul og tá hendir framvegis nógv hormonelt og tú veksur,  og hettar er helst vid til,  at tu hevur fingid strekk merkini.
Tad er ongin vidgerd, tey blikna eitt sindur sum tídin fer.
Minst til, tað er helst bara tú sjálv sum sær merkini,   onnur fólk varnast ikki.    Endiliga er hettar eitt vanligt fyribrigdi , so royn ikki at leggja nakað í tað.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…