Search
Close this search box.
Hey eg eri ein genta uppá 17 ár í hevur trupulleikar við strekk merkjum á bróstunum, tað kom fyri umleið 6 mánum síðani, tá ið tær vuksu frá eini A-B skál til eina D skál uppá umleið 1 mána, og síðan tað havi eg haft strekk merkir. Hetta ger at eg ikki kann hava niðurringaðar troyggjur á, uttan at man sær hesi ljótu strekk merkir, hvat skal eg gera fyri hetta? er tað nakað man kann keypa fyri tað? Eg hopi tit vilja svara, takk :-)

Góða genta 17 ár!
Tað er tíverri ongin effektiv viðgerð av strekkmerkjum. Hesi eru komin tí bróstini  so knappliga vuksu,  sum tá ein er við barn. Helst fitnaði tú eisini nakað tá. Strekkmerkini  kunnu minka og blikna , um tú lætnar eitt sindur og fært sól á bringuna. Ongin salva kann “lekja”  hesi merkini, sum eru varandi  broytingar djúpt í húðini.
Um tú onkuntíð vil vera so niðurringað kanst tú brúka sminku á tey.  Endiliga er ofta lítið ljós um ein fer í býin, so ongin fer at leggja tey til merkis.   Og ugga teg við, at tað ikki er ein sjúka.
Við heilsu
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…