Telefon: 610140 (mán. – frí. kl. 10-12)

Teldupost: barnabati@barnabati.fo

 

Eg havi havt okkurt hvítt undir høvdinum á murtinum í eina tíð. Onkuntíð skriðar tað eisini eitt sindur. Eg eri bangin fyri, at tað er svampur. Kann hetta vera svampur? Um so er, er tað farligt? Hvat kann tað elva til? Hvat kann eg gera við tað?

Góði drongur.

Takk fyri tín spurning.

Uttan at hava sæð hetta hvíta undir høvdinum á murtinum, so kundi hetta ljóða sum tálg-restir ella eisini kallað ´nakkeost´á donskum og ´smegma´á enskum.

Nakkaost er ikki farligt og smittar ikki.

Her kemur ein nærri frágreiðing: 

Vit hava tálg-kertlar alla staðni á húðini (uttan í lógvinum og undir ilini). Hesir kertlar gera tálg, sum hevur til endamál at smyrja okkara húð fyri at halda húðina bleyta og heila.

Vit hava nógvar av hesum tálg-kertlum á kynsgøgnunum (penis og vagina)

Hesir kertlar eru ikki stórir, meðan man er barn. Kertlarnir búnast, veksa og gera meira tálg, tá mongdin av kynshormonum økist í kroppinum, sum hendur tá man gerst tannáringur. Tí byrjar man at síggja hesar tálg-kertlar sum hvítar tálg-pirrur- ofta í andlitinum, rygginum og um kynsgøgnini.

Hjá dreingum/ monnum samlast hendan tálgin aftanfyri høvdið á murtinum. Hetta kallast nakkaost.

Um man ikki vaskar sær regluliga um høvdið á murtinum, so kann henda tálgin/ nakkaost samlast enn meira, byrja at lugta og í nøkrum førum geva irriteration og bruna í høvdið á murtinum. 

Við at vaska sær eina ferð dagliga um kynsgøgnini við lunkaðum vatni ella við serligari intim-sápu, kann ein fyribyrgja at tálgin samlar seg. Tó skal ein ikki vaksa sær ov oftani um kynsgøgnini, tí so kemur óbalansa í og tálg-framleiðslan kann økjast ella húðin á kynsgøgninum blívur viðbrekin.

Tá ein skal vaska sær um murtin, so er trekkir man forhúðina aftur um høvdið á murtinum, skolar við vatni og um neyðugt brúkar intim-sápu, sum ein smyr varusliga runt um høvdið og síðani skolar sápuna væl av aftur og trekkir forhúðinu upp á pláss aftur.  

Tú kanst royna fyrst at vaska tær um murtin fyri at fáa tálg-resturnar burtur. Ein kann ikki vaska tær hvítu pirrurnar burtur, tað er sjálvu kertlarnir.

Um tað hvíta ikki fer burtur, so vil eg ráða tær at fara til kommunulækna, sum síðan kann hyggja uppá tað hvíta. Um talan skuldi verið um svamp á murtinum, so kann svampurin viðgerast við at smyrja serligt krem við heilivági, sum drepur svamp. Svampur er ikki farligur, men kann órógva.

Eg vil viðmæla tær, at ikki sjálvur at byrja viðgerð við heilivági uttan at tosa við lækna fyrst.

Tá man er 17 ár kann man sjálvur fara til lækna við trupulleikum viðvíkjandi kynsgøgnum og kynslíviðnum.

Intimsápu kann man keypa á apotekinum. Tað er tann sama sápan til dreingir og gentur.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt