Search
Close this search box.
Eg vil vita, um man yvirhøvur fær mánaðasjúkuna tá man er uppá vegin? Eg havi ofta ivast í, um bara fyrsta menstruatiónin ikki kemur, og so kemur tann næsta, ella man slett ikki fær hana? Og so haldi eg eisini at allar gentur burdu fingið at vita hettar í skúlanum. Mín menstruatión er ofta fleiri mánaðir ímillum, og tað hevur tað verið líka síðan eg fekk hana fyrstu ferð, men ikki fyrr enn nú, er tað byrja at gera meg bangna.

Hey hey!
Takk fyri brævið! Tú hevur púra rætt, tá tú sigur, at hatta er undirvísing, ið ein skal fáa í skúlanum. Tað er óheppið at tit ikki hava fingið nóg góða undirvísing um mánasjúkuna og tað, ið har hoyrir til. Vanliga fær ein ikki mánasjúkuna, tá ein er við barn. Tað eru nakrar kvinnur, sum bløða eitt sindur allíkavæl, og so eru tað eisini nakrar, sum hava púra regluligar bløðingar gjøgnum ein heilan barnsburð. Tað skyldast ofta, at kvinnan tekur p-bollar og soleiðis fær ta bløðingina, sum hon eigur. Tað er púra vanligt, at mánasjúkan er sera óreglulig tey fyrstu árini eftir at hon er byrjað at koma. Nakrar gentur kunnu bløða tvær ferðir um mánaðin, meðan hjá øðrum kann tað vera hálvt ár ímillum bløðingarnar í fyrstani. Sum tú búnast, fer mánasjúkan tó at gerast meira reglulig, og hjá flestu kvinnum enda tað við, at tað eru 28 dagar millum bløðingarnar. Um tú ert byrjað at fara í song við dreingum, er tað ótrúliga umráðandi, at tit nýta hít. Hítin verjir teg bæði móti at gerast við barn og ímóti kynssjúkum. Vónandi hevur tú fingið svar uppá brævið. Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at venda tær aftur til okkara.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…