Search
Close this search box.
Hey! – eg eri ein 16 ara gomul genta. Eg havi lika sidani eg gekk i 5.-8. flokki blivi arga pa grund av ymiskum vid minum kroppi at gera (litlar pattir, fekk menstuationina seint, litil, spinkul, kløn). og tad hevur givi mær eitt litid sjalvsalitsknekk, so at eg veri mega nervøs ta id eg eri umringa av nogvum folki, sum eg eri hvønn dag i skulanum. eg hugsi so nogv um hvat folk hugsa um meg, og tad ger so at hjarta hja mær fer at banka so skjott og eg veri næstan bangin, og so sveitti eg sum ein grisur! eg tori ikki at koma i nærkontakt vid einum dreingi td. ti at eg eri bangin fyri at hann fer at leggja merki til at eg sveitti so nogv. eg veit ikki hvat eg skal gera ; HJ“ALP MEG! føli meg forbidi vemmiliga at fara i skula. eg eri i brusi 2-3 hvønn dag. men aflikaval.. 

Hey 16 ára gamla genta!
Takk fyri títt bræv – har eru sikkurt fleiri, sum vilja vita, hvat tey skulu gera í slíka støðu. So takk fyri tað! Tú tosar um eitt “sjálvsálitsknekk”, og um tú ert blivin argað vegna ymiskt, og tískil hevur ringt við at vera saman við fólki. Tað ljóðar ikki serliga gott, tí tað kann ein koma illa fyri av. Eg hugsi, um tú hevur møguleikar fyri at tosa við onkran um hetta? Vit vilja so gjarna hoyra meira um hetta, men tú noyðist at skriva meira ítøkiligt um tað. Tað, sum man kann gera, tá man kennir seg so illa. er at finna fram til ting sum styrkir ein, og so dyrka tað so nógv sum tilber. Finna fram til ting og løtir sum kann gleða teg, og fyrst og fremst tosa um tað við fólk tú kann stóla uppá.

Viðvíkjandi sveittatrupulleikan, skalt tú vita, at fólk flest lukta av sveitta, um tey ikki gera nakað við tað. Tað er eisini tað, ið tú ætlar at gera nú, og tú spyrt ítøkiliga, hvat tú kanst gera. Tað kann taka eitt sindur av tíð at knekka kotuna, um hvat er best fyri teg, men har eru fleiri ráð at heinta.

Tað fyrsta er, at tú noyðist at skola tær um kroppin eina ferð um dagin, kanska tvær ferðir. Tú noyðist ikki at nýta sápu hvørja ferð, ei heldur at vaska hárið so ofta. Gott er tað eisini, um tú brúkar lunkað vatn ístaðin fyri heitt vatn, og so kanst tú finna tær eitt body sjampo, sum tú dámar. Saman við ein roll-on ella deodorant(antiperspirant), sum skal koyrast á beint aftaná, at tú hevur verið í bað. Klæðini, ið tú ert í, kunnu eisini framhevja sveittaluktin – eg veit ikki, hví tað er, men onkrar blusir eru gjørdar, so at sveittalukturin forsterkast og har ber til at stoyta eina skeið av eddiki niður í sápirúmið á vaskimaskinuni, tað er gott fyri tað. Nógv annað er at gera, um hetta ikki riggar, og tað ber eisini væl til at spyrja á apotekinum – tey eiga eisini ymiskt, ið kann hjálpa tær.

Vit ynskja tær góða eydnu við øllum –  og enn einaferð takk fyri títt góða bræv!

Vinarliga Tú & Eg ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…