Góða Sxxxxx.
Takk fyri brævið. Tað er altíð keðiligt tá onkur doyr, serliga um tað er onkur man er ordiliga góður við. Tú hevur eisini brúk fyri at verða kedd, tí tað er ein partur av sorgini tá onkur doyr.
Tað sum kann hjálpa tær, er at tú hevur nógv góð minni um ommu tína. Og tað kann væl vera, at tú verður kedd tá tú hugsar um hana og okkurt tit høvdu saman. Royn at hugsa um hvussu gott tað er, at tú hevur havt eina ommu, og hugsa um hvussu góð tú var við hana og hvussu góð hon var við teg.
Tú kanst eisini fortelja foreldrunum hjá tær hvussu kedd tú ert, og tit kunnu vitja grøvina hjá ommu tíni og tosa um hana. Um tað ikki ber til, kanst tú skriva brøv til ommuna við myndum, tekningum og smáum søgum frá tær. Brøvini kanst tú goyma, og soleiðis kanst tú fáa sett orð á hvat tað er tú ert kedd um.
Tað ber eisini til at hyggja inn á heimasíðuna hjá okkum barnabati.kinsta.cloud undir EG & LÍVIÐ. Har kanst tú lesa um sorg og tað at missa.
Kærastu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin