Góða genta!
Fyrst vil eg siga, at tað er ordiliga gott at hoyra, at lív títt nú er vorðið so tætt við so perfekt, sum tað kann verða.Men tað harmar meg, at summar dagar er okkurt innanfyri, ið tyngir teg. Sjálvsvirði, tunglyndi, ótti og strongd eru á ein hátt ein og sami trupulleiki, ella sagt við øðrum orðum-
Tað fyrsta orðið ( sjálvsvirði ) um tað er lágt, so førir tað til hinar trupulleikarnar. Teir eru avleiðingar av vánaligum sjálvsvirði. Tú heldur kanska, hetta er ein løgin máti at svara tær, men eg valdi at seta tað upp soleiðis, tá ið tú ikki fortelur nakað meir um omanfyristandandi. Sjálvsvirði snýr seg um, hvat ella hvussu tú hugsar um teg sjálva. Tað virði tú gevur tær sjálvari, og mátin tú dømir teg sjálva uppá. Sjálvsvirði og sjálvsálit er nakað, ið tú ongantíð kanst fáa nógmikið av.
Um tú hevur nógv av framman fyri nevndu so ger tað lívið lættari og ljósari. Um vit høvdu prátað í tlf ella kjattað, kundu vit tosa aftur og fram, men nú hevur tú valt at skrivað eitt bræv. – so eg skal gera mítt besta at svara tínum brævi. Ótti rakar mangan tannáring-Tað kann vera biologiskt, nakað við hormonum o.m.a. Ein veit mangan ikki, hví ein hevur henda ótta. Eitt dømi eg vil koma við er, at tá ein hevur fingið mánasjúku, so følist nakað, ið tyngir inni í einum nakrar dagar, áðrenn ein ávísan dato hvønn mánaða. Ein veit ikki, hvat tað er, men so kemur mánasjúkan, og so følir ein seg lættan í huga aftur.
Um ein hevur havt tunglyndi, kann ein eisini gerast bangin fyri at fáa tunglyndi aftur. Um onkur sigur okkurt sárandi, og ein tá lætt gerst keddur ella tungur í huga, kann vera tekin um vánaligt sjálvsvirði.- Tað er ikki vist, at tey, ið siga ella gera okkurt, ið tú t.d tekur tær nær, yvirhøvur er meint uppá teg ella í ringari meining. Eg gangi út frá og vóni, at tú hevur roynt at leita tær hjálp frá skúlaheilsufrøðinginum, sum er von við at tosa við ung, sum hava tað trupult, og hon dugir eisini at meta um, um tú skalt tosa við sálarfrøðing ella lækna,- somuleiðis vóni eg, at tú tosar við foreldrini hjá tær ella ommu og abba ella onnur skyldfólk. – Ella hevur tosað við vinir.
Á heimasíðuni hjá okkum finnur tú nógv um tað, at gerast tannáringur, og á netinum finnur tú nógv um tínar spurningar. Á www.tabu.dk og www. netdoktor.dk finnur tú eisini nógv. Góða tú, fá tær amboð at brúka til fyribyrging, tá teir tungu tankarnir koma, og gloym ikki at vera virkin onkursvegna, við at t.d. renna ella ganga langar túrar. Rørsla ger undirverkir. Vælkomin at venda tær til ráðgevingina aftur!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin