Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Tað er eg aftur

Spurningur:

Spurningur 1 Eg: Kundu tit sletta øll brøvini sum eg havi sent? ::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::.. men ja pls? Men ikki sletta tað sum eg Havi skrivað til tykkum Nakrar dagar síðan sum tit ikki hava svara enn:) Spurningur 2 Eg aftur:) eg fari at geva brævið í morgin:) og eg havi havt nokkso nógv angstanføll og tey eru mega strævin... og eg tími ikki at ganga til nógvan ítrótt tí at eg føli sum øll halda at eg eri slett ikki pen ella nakað so ja...... og hvussu kann eg hjálpa mær sjálvum at minnast betur í rokning Spurningur 3 Mamma segði at eg kundi ringja til tykkum ella tosa við onnur børn sum hava foreldur við “Krabbamein” Men eg segði “Nei” til bæði tí at eg tori ikki at inrømma at eg havi tað nokkso ringt:( so ja idk... so kanska eg ringi.. Spurningur 4 Mítt lív beint nú svingar nógv.. men eg orki ikki at liva meir eg haldi at eg havi nógv angst anføll eg vil ikki diagnosera meg sjálva... og eg gráti hvørt kvøld.. eg vil doyggja meira enn nakrantíð árenn... eg má siga hetta við onkran í míni familju.. eg vænti eg sigi okkurt týsdagin til onkran í mínari familju,tí eg skal í føðingardag hjá onkrum í mínari familju so ja....Eg Vil so gjarna bara enda mítt lív:( Spurningur 5 Prøvaðu tit at ringja til mín í dag? Vissi tað vóru tit: so orsaka eg ikki svaraði.. eg var hjá einum vini og eg hevði ikki tíð.. og eg føli meg ikki kláran til at ringja til nakran.. men ja beii

Svar:

Góða tú

Vit hava nú sletta øll tey gomlu brøvini har tú sjálv hevur skrivað at tað er tú sum skrivar inn.

Tú spyr hvussu tú kann hjálpa tær sjálvari at minnast betur í rokning. Eg hugsi at tín kroppur og høvd ikki orkar at halda skil á øllum í senn, so heilin orkar kanska ikki so væl at hugsa um rokning beint nú. Tú skrivar sjálv at tú ofta fær angist og tað er angist eg meini við tá eg sigi: at tú kanska ikki orkar at hugsa um alt í senn. Alt bendir á at tú hevur tørv á at tosa við onkran sum kann hjálpa tær við tínum angist. Tá ið tú hevur fingið hjálp til tað, so vænti eg at tað verur lættari at minnast rokning.

Tað er umráðandi at tú fær hjálp frá einum vaksnum, einum sum tú hevur álit á. Tað ljóðar gott at tú hugsar at geva onkrum brævið, t.d. heilsufrøðinginum, so tú fær sagt frá, um hvussu tú í veruleikanum hevur tað. Tú skrivar at mamma tín hevur bjóða tær at tosa við onnur børn um hvussu tað er at hava foreldur við krabbamein. Tað halda vit eru eitt gott hugskot. Tí vilja vit ráða tær til at royna tað. Tað bilar einki um tú hevur sagt nei, men broytir meining og sigur við mammu tína at tú vil royna tað hóast alt.

Tað kann vera, at fleiri av hesum børnunum hava tað líka sum tú. Kanska kundi tað hjálpt tær at vita, at onnur børn eisini hava tað so. Eg hugsi at tað kanska kann hjálpa tær at tora at vera meira erlig um hvussu tú í veruleikanum hevur tað.

Tað eru hesi baði tingini vit vilja ráða tær til at gera okkurt við, fyrst og fremst. Altso at fáa hjálp til angist og at tosa um hvussu tað er at hava foreldur við krabbamein. Eg hugsi at tað er orsøkin til at tú minnist illa í rokning og ikki altíð hevur tað so gott.

Svarið til tín seinasta spurning er ja, tað vóru vit sum ringdi til tín í gjár. Vit hugsaðu bara at fáa eitt lítið prát um alt tað sum tú stríðist við.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin