Search
Close this search box.
Vit eru tvær, sum fóru at ivast tá vit hoyrdu, at man nú kann verja seg móti lívmóðirskreft. Hvussu riggar tað í heilumførið? Vit vita ikki nógv um hesa viðgerð, og nógv siga, at man kann ikki hava samlegu í tíðini, meðan man verður sproytaður móti tí, og um man ikki er jomfrú, skal man ikki taka hana. Nú er tað so, at mamma mín veit ikki av, at eg ikki eri jomfrú longur og eg eri ikki klár til at fortelja henni tað enn.Og í síðstuni hevur hon snakka nógv um at nú skal eg eisini byrja uppá hesa “viðgerð”. So vit vildu bara vita, um tað ber til at taka sproytuna, uttan at har skuldi verið nakar vandi um tað, um man er jomfrú ella ei.

Hey tit báðar!
Tað er umráðandi, at so nógvar ungar gentur sum til ber verða vaksineraðar og harvið vardar móti HPV virus bruna, sum kann elva til krabbamein á lívmóðirhálsinum. Vaksinationin vil eisini minka um virusnøgdina yvirhøvur millum tey ungu, tí færri koma at hava HPV virus á  rovunum t.v.siga í ginuni(móðirskeiðini) ella á murtinum. Vaksinan ger mest gagn hjá gentuni, um hon ikki hevur verið útsett fyri HPV virus, altso ikki hevur haft samlegu. Hartil skal sigast, at ikki allir dreingir hava HPV virus, til dømis ikki, um tað er fyrstu ferð hjá honum, og vandin er næstan so at siga ongin, um hann brúkar hít, so skjótt hann fær stívan og alla tíðina. So samanum tikið, latið tykkum vaksinera sum skjótast og brúkið so hít, um tit hava sex!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…