Góða tú, ið kallar teg ” Tær stóla ikki uppá meg :'(”
Tá man er ungungur vil man sjálvandi stuttleika sær og vera saman við vinfólkunum. Men tað er sjálvandi soleiðis – tá man er undir 18 ár – at foreldrini hava mynduleikan og tí hava ábyrgdina av børnunum og at áseta karmarnar.
Eg kann ikki siga, hvat er rætt og hvat er skeivt – og hvussu nógv tú skalt sleppa. Men tað er sjálvandi týdingarmikið at børn og foreldur tosa saman og gera eina avtalu um, hvussu tingini skulu vera – sjálvt um tað eru foreldrini, ið hava ábyrgdina og síðsta orðið.
Men eg skilji á brævi tínum, at tað er rættiliga stórur munur á hvat mamma tín vil lova tær, og hvat tú so sjálv ynskir. Kanska tit kundu funnið ein millumveg?
Um beiggi tín er 10 á eldri enn tú, so má hann verða miðskeiðis í 20’unum og tískil ein vaksin maður. Kanst tú ikki tosa við hann og spyrja um hann kann verða ”meglari” millum teg og mammu tína. Ger eina avtalu har tú lovar, at um tú ikki heldur tín part, so kann mamma tín trekkja alla avtaluna aftur.
Havi ringt við at síggja hvar pápi tín er í øllum hesum? Kundi hann eisini haft ein positivan leiklut framyvir? Kundi beiggji tín kanska tosa við hann?
Kanska foreldrini hjá vinfólkum tínum eisini kundu havt ein leiklut – kundi tað hugsast at tað bleiv gjørd ein avtala millum øll foreldrini, soleiðis at tey kundu tryggja hvørjum øðrum at alt gekk fyri seg á góðan hátt?
Hetta eru nøkur hugskot sum tú kanst hugsa um, og vónandi kunnu onkur av teimum nýtast.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin