Hey!
Tað er torført at svara, um tað er ringt ella gott at síggja eldri út. Tað veldst eitt sindur um hvør tað er sum sigur tað, og hvat tey meina við. Um tað er onkur ungur ella hálvvaksin sum hevur sagt tað við teg, so hevur tað ivaleyst verið meint sum nakað positivt. Um onkur sigur við ein vaksnan persón at hann ella hon sær eldri út, so er tað ikki altíð at tað verður uppfatað sum nakað positivt. So tað veldst um umstøðurnar.
Eg rokni ikki við at tú ert ov feit, tá tú vigar uml. 60 kilo. Vektin hjá einum sum er 1.61 kann liggja millum 49 til 63 kilo. Vekt er ikki bara tøl, tú skal eisini hugsa um hvussu tú kropsliga ert bygt. Tú er bara 13 ár og stendur í vøkstri enn, so kroppurin broytist eisini saman við vektini. Um tú hevur ivamál um vektina, so kundi tú eisini roynt at spurt heilsusystrina á skúlanum.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin