Search
Close this search box.
Hey tit aftur fra mær [Eg vil men taad er ringt] .
Takk fyri brævid, eg vil siga i medan eg havi bida eftir svar fra tykkum , havi eg snakka vid vinur og havi fingið tad betur . eg havi ik drukki nogv i eina tid , og tad eri eg sera glad.
Eg vil siga at eg eri 14 ara gomul .
Umskylda eg vil ik orduliga bara leggja allir minir trupuleikar ut a her . Men kanska tad hendur ein dag at eg ringji til tykkum um hjalp .
Eg haldi at tit gera eitt sera stort arbeid og vil bara takka tykkum fyri tad . 
Og ynskja tykkum alt tad besta .framyvir :D <33

Hey!
Takk fyri brævið! Tað er deiligt at hoyra, at tú hevur tað betri – at tú ert glað, og hevur drukkið minni. Tað er eisini gott at hoyra, at tú ert farin at tosa við tínar vinir. Tað hjálpir jú ofta at tosa við onkran um tað sum er trupult.
Vit á ráðgevingini eru eisini sera fegin um, at tú ert glað fyri heimasíðuna!!
Eg skilji væl, at tú ikki hevur hug til at skriva um allar tínar trupulleikar á heimasíðuni. Men sum sagt, ert tú altíð vælkomin til at ringja til ráðgevingina. Á tann hátt sleppur tú jú undan at nakar annar fær nakað at vita um tína støðu. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at skriva aftur.

Blíðar heilsur,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…