Hey” tann býtta gerðin”!
Eg haldi ikki, at tað var tú, ið gjørdi nakað skeivt, tá tú segði við eina gentu, at ein onnur genta baktalaði hana.
Gentan, sum bleiv avdúkað, er helst súr við teg, tí hon veit, at hon hevur gjørt nakað skeivt, og hvørja ferð, ið hon sær teg, minnir tað hana á tað, sum hon gjørdi skeivt.
Tú spyrt, hvat tú skalt gera, fyri at fáa tað gott aftur, og eg vil ráða tær til at gevast við at halda, at tú gjørdi nakað býtt. Kanska gjørdi tú eina góða gerð!!
Kanska lærir gentan, ið baktalaði hina gentuna, at tað var skeivt gjørt, og kanska er gentan, sum bleiv baktalað, glað fyri, at tú vart erlig.
Alt tað besta!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin