Góða desperata!
Tað kann ikki góðtakast, at tú skalt vera bangin fyri pápa tínum og hansara drekkaríi, men tað er tín veruleiki, og hvat skalt tú gera við tað? Tað er ikki lætt, men ei heldur nakað, ið tú skalt ganga einsamøll við. Eg rokni við, at tú longu hevur tosað við tíni foreldur, men at tað ikki hjálpir. Hevur tú møguliga at tosa við onkran annan vaksnan? Eina ommu, abba, mostur, fastur ella onkran lærara sum tær dámar væl. Tað er ikki so lætt hjá nærmastu familju at hjálpa, vísir tað seg, so ofta er neyðugt at fáa onkran annan, t.d. lærara ella heilsufrøðing, at hjálpa sær. Um tú veitst um onkran vaksnan, sum tær dámar og hevur álit á, so kundi tú tosað við vikomandi um tínar trupulleikar. Hesin persónurin kundi møguliga eisini hjálpt tær við at farið til heilsufrøðingin í skúlanum saman við tær, so at hon kann hjálpa tær.
Annars er eisini ein heimasíða hjá Bláa Krossi www.blakross.fo og har vísa tey á eina ráðgeving fyri børn og ung í somu støðu, sum tú ert í. Hon eitur Rúslinjan og hevur tlf 318586. Tær nýtist ikki at siga, hvør tú ert. Har eru serfrøðingar, ið tú kanst tosa við um tína støðu.
Viðvíkjandi tí at tú heldur at tú er ov lítil, mást tú fara til læknan at fáa hettar kannað. Hann kann meta um tú er ov lítil og um tær tørvar hjálp. Kanska ert tú bara soleiðis skapt, at tú ikki fer at gerast so høg. Tú stendur í vøkstri, nakað kann broytast enn, men um so er at tú ikki gerst so høg, so er tað nakað tú skalt læra teg at liva við og góðtaka. Um tú ert kedd um tað, kanst tú royna at fokusera uppá okkurt annað, sum tær dámar við tær sjálvari, t.d. vøkur eygu ella flott hár….
Tað er keðiligt at tað verður viðmerkt hvønn dag, at tú ikki ert so høg. Tað kann eisini vera damuligt og fittligt av vera lítil á vøkstri, men tað er nokk eingin uggi fyri teg. Eg haldi ikki, at tú skalt finna teg í at fáa viðmerkingar, men tað kann vera trupult hjá tær ikki at taka tær tað nær og fáa steðgað tí.. Vænti eisini, at tað er serliga trupult at fáa sárandi viðmerkingar, tá tú eisini ert nívd av øðrum trupulleikum. Tá ein ikki hevur stuðul og umsorgan frá foreldrunum, gerst ein ofta meira viðbrekin og kann gerast offur fyri happing. Tað haldi eg eisini, at tú skalt tosa við tann ella tey, ið tú fert hjálpa tær við tínum trupulleikum
Tú kanst eisini tosa við tín lækna um tínar trupulleikar heima. Hann hevur eisini ábyrgd av, at tú trívist og hevur tað gott, og tað ber væl til at tosa við ein lækna, tá ein hevur foreldur, ið hava trupulleikar. Um tú ikki kemur í tankar um nakran, ið tú følir teg trygga við, kanst tú venda tær aftur til okkara umvegis kjatt, so at vit kunnu hjálpa tær at finna fram til, hvat er best at gera í tínari støðu, har tú ert.
Vinarliga heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin