Search
Close this search box.
Eg eri ein 16 ára gamal drongur, sum ikki dugir at finna nakra meinig við lívinum longur. Eg havi ongar ordiligar vinir. Eg plagdi at vera ein framligur drongur, sum hevði nógv sjálvsálit, men nú tey seinastu fáu árini, kanska tvey, eri eg byrjaður at missa sjálvsálitið. Eg plagdi at at tora nógv meira, plagdi at tora at svar aftur, men nú havi eg ringt við at svara, tá eg verði spurdur um okkurt. Eg veit ikki, hvør orsøkin er, at eg havi mist sjálvsálitið, men eg eri ikki nøgdur við mína útsjónd. Eg havi nógvar pirrur og trúgvi minni um meg sjálvan. Mítt lív er merkt av einsemi. Eg eri ikki líka nógv úti saman við fólki longur. Foreldrini biðja meg fara út millum fólk, men tað er ikki lætt, tí eg havi ongar vinir. Hvørja ferð, eg komi heim úr skúlanum, siti eg einsamallur heima til eg fari í song. Eg havi mist lyst til at gera tey tingini, sum vóru so løtt fyri meg fyrr. Eg havi mist lyst til at gera skúlating. Eg plagdi at klára meg væl við at gera øll tingini, men nú tími eg ikki longur. Eg fái ikki konsentrerað meg. Eg tími ikki upp um morgnarnar, tí eg havi einki at fara upp til. Eg føli sum um mítt lív er tómt og meiningsleyst. Og tað pínir meg. Eg veit ikki, hvat eg skal gera longur.

Góði tú, ið kennir teg einsaman!  
Takk fyri brævið! Tú hevur bíðað leingi eftir svari, og vóni eg , at tú fært brúkt hetta svar til okkurt gott fyri teg sjálvan. Tað er ordiliga keðiligt, at tú hevur tað soleiðis nú.  Eg hefti meg við, at tú sigur, at tú plagdi at vera ein framligur drongur, sum hevði nógv sjálvsálit. So hevur tú teir eginleikarnar í tær onkustaðni, men nú er broyting komin í. Broytingina til tað verra, mást tú leita tær hjálp fyri. – Tú skrivar, at tú gongur í skúla, so eg vóni, at tú kanst tosa við skúlaheilsufrøðingin um hetta. Um tú ikki longu hevur gjørt tað, ger tað endiliga skjótast til ber! Hon veit nógv um tílíkt, sum rørist í menniskjum, og hon kann eisini vísa tær til sálarfrøðing, um tit meta, at tað er neyðugt. Tú mást tosa við onkran um, hvussu tú hevur tað, og ikki ganga runt og hava mist títt sjálvsálit og vera keddur. Um tú heldur tað vera trupult at skulla siga tað við tíni foreldur ella heilsufrøðingin í skúlanum, kanst tú vísa teimum hetta brævið, sum tú hevur sent okkum. Tú kanst eisini senda teimum eitt teldubræv og greiða frá, hvussu tú hevur tað. Tú dugir rættiliga væl at skriva og seta orð á, hvussu tú hevur tað. Eg hefti meg eisini við, at tú kennir teg einsamallan og at tú tímir ikki í gongd við dagin, tá tú vaknar um morgunin. Tað er álvarsligt, tá ein ikki følir at ein hevur nakað at gleða seg til. Tað fær meg at hugsa um tú hevur havt nakra ringa uppliving seinastu árini, har tú hevur mist onkran ella um onkur hevur sárað teg. Tað undrar meg, at eingin hevur lagt til merkis, hvussu ringt tú hevur tað, og at eingin hevur hjálpt tær. Tá ein er tannáringur tvs frá ca 1314 ár og til 17, 18 19 ár, kanska summi fyrr, og onnur enntá longri, so fáa nógv tungar tankar. Ein byrjar at hugsa meira um alt møguligt og ein sær alt klárari, so er ikki alt líka stuttligt meir. Ein vil kanska hava tað, sum tað altíð hevur verið, og allíkavæl ikki. Ein byrjar at verða vaksin. Vil gjarna verða vaksin og ikki. – Nógvir tankar mala runt í høvdinum, og mangan ivast ein um, hvønn ein kann tosa við. Ikki ein og hvønn, men tú mást tosa við onkran.
Um tú hevði havt vinfólk at tosað við, so hevði tú helst eisini upplivað onnur ung, ið høvdu kunnað verið samd við tær í, at lívið mangan kann kennast meiningsleyst. Tí er tað sera umráðandi fyri teg at koma í samband við onnur ung. Tað kann verða ringt at vinna tær nýggjar vinir, men tað er gjørligt. Tað krevur, at tú setir teg í samband við onnur. Tað kann gott gerast umvegis intetnetið, og síðan kunnu tit hittast. Nú veit eg ikki, um tær dámar væl telduspøl, men tað er ein føroysk síða, har dreingir á tínum aldri hava eitt kjakforum um ymiskt, ið dreingir hava áhuga í. Hon eitur www.gaming.fo
Hvat við at fara at ganga til onkran ítrótt? Nú veit eg ikki hvar tú býrt, men kvøldskúlin í nógvum bygdum bjóða nógv fram. Tá ein íðkar okkurt, kemur ein saman við nógvum fólki og fær felags áhugamál við onnur. Royn og kanna, hvørji tilboð eru og hugsa um, hvat tú kundi hugsað tær! Viðvíkjandi pirrunum, so hvørva tær tíbetur og tú kanst eisini fáa okkurt at smyrja á tær og okkurt at fjala tær við. Tað kann keypast á apotekum og aðrastaðni, har ein kann keypa ymiskt til húðrøkt. Tað er nógv sløg til keyps, bæði til dreingir og menn. Til endans fari eg líka at minna á heimasíðuna hjá okkum. Har finnur tú eisini eitt okkurt, sum er viðkomandi fyri teg, eisini um tú lesur brøvini, sum eru løgd út. Tað finst eisini ein góð donsk heimasíða www.ventilen.dk, ið er ætlað ungum, ið kenna seg einsamøll.
Tú ert vælkomin til at ringja til okkara ella kjatta við okkum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…