Search
Close this search box.
Hey Hey Barnabati :) Problemi hjá mær er eitt sindur flóðusligt. Eg og mín besta vinkona eru her, og hon vil ráa mær at skriva her til, tí tit hava altíð svar uppá alt. Eg havi veri í song saman við einum drongi, og tað er akkurát ein vika síðani, og tað rennur sovorit merkiligt nakað úr … ja. Fisan hjá mær er blivin brún í mittuni, og eg havi MEEGA ilt. Eg havi ikki tora at siga tað við mammu, og tað ætli eg mær heldur ikki. Kanst tú siga mær hvat eg skal gera? Tað var fyrstu ferð hjá okkum báðum. Fólk siga at tað er “gott” at mogga, men eg fekk bara ilt. Er tað vanligt?? Plizz hjálp mær! Heilsan Lover!

Hey hey!
Tá ein genta fyrstu ferð hevur samlegu ella fer í song við einum drongi, skrædnar ein tunn hinna, sum partvís lukkar fyri vaginuniginunimóðirskeiðini. Tá bløðir vanliga eitt sindur. Kallast eisini, at jomfrú hinnan fer.
Tað brúna, ið tú sært, er gamalt blóð, og tú hevur helst eina lítla rivu í slímhinnuni, sum svíður og pínir, tá t.d. piss rennur har, ella  tá tú ikki ert í friði. Hettar lekist vanliga uppá 2 til 3 vikur ella skjótari,  um rivan bert er heilt lítil. Tað kann linna at smyrja við t.d. baby rumpu salvu, um tit ikki eiga hettar, so Niveakrem ella líknandi.
Reinføri hevur týdning,  so tað ikki kemur bruni í. Tað lættasta er  t.d. tvær ferðir dagliga, at brúsa frammanfrá við einum hondbrúsara og brúka intimsápu t.d. av merkinum Vivag, Lactacid, Intimo ella onga sápu. Vanlig sápa svíður. Tað er vanligt, at gentur einki gott fáa burtur úr fyrstu ferð, ið ein fer í song við einum drongi, so tað er ikki satt fyri øll, at tað er gott at hava samlegu.
Tá tú ert 13 ár, ert tú undir kynsliga lágaldrinum, og tað merkir, at tú ert ov ung av hava kynsliga samveru. Tað er revsivert hjá einum, sum er yvir 15 ár at hava kynsliga samveru við ein, ið er undir 15 ár. Aftur eina ferð, alt tú sigur frá er sera vanligt fyrstu ferð og ansa væl eftir tær sjálvari. Tað kanst bara tú sjálv.

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…