Hey ‘tann forelskaða gentan’!
Takk fyri títt bræv. Tað er flott at tú skrivar inn til okkara, tá tú annars ikki torir at tosa við nakran um títt forelskilsi. Tað er ringt hjá tær at vera forelskað, um drongurin tú vilt hava, ikki vísir áhuga í tær.
Veit drongurin av, at tú ert forelskað í honum? Um drongurin ikki veit, at tú ert forelskað í honum, so kundi tú kanska roynt at komið í samband við hann. Kanska tú kundi roynt at tosa við hann, har sum tit møtast? Ella tú kundi roynt at sent honum ein sms?
Um drongurin veit, at tú ert forelskað í honum, og tú ert vís í, at hann ikki vil hava teg, so noyðist tú nokk at royna at gloyma hann. Tað er ringt, men verður lættari við tíðini. Um tú ikki torir at tosa við nakran um tað, so kanst tú eisini royna at skriva tínar tankar í eina dagbók. Kanska tað hjálpir.
Tú spyr eisini hvussu tú kanst lata sum um, at tú ikki verður kedd? Tað er ringt at lata sum um man ikki er keddur, tá man veruliga er tað. Viðhvørt ber tað til, og viðhvørt ber tað ikki til. Og um man veruliga er keddur, so ger tað heldur einki, um man vísir at man er keddur.
Vónandi kanst tú brúka okkurt av teimum ráðunum tú hevur fingið. Tú ert vælkomin at ringja til ráðgevingina, um tú hevur hug at tosa meira um hetta. Tú kanst eisini skriva aftur, um tú hevur onkran spurning aftrat.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin