Search
Close this search box.
Hey tit. Eg eri ein genta, og eri ógvuliga kedd…Eg eri forelskað í einum dreingi í flokkinum, sum er eitt ár eldri enn eg, men eri bangin fyri, at hann ikki dámar meg…Eisini hvørja ferð eg síggi hann, vil eg gjarna føla uppá tey privatu tingini á kroppi hansara…Hvat skal eg gera? <:(

Hey góða “forelskaða genta”
Tað er deiligt at vera forelskaður!! :o) Men tað er ikki lætt at vera forelskaður, um man ikki veit, um tann, man er forelskaður í, dámar ein.

Tá vit eru forelskaði, eru vit ofta ósikkur, ivast og halda kanska, at tann, vit eru forelskaði í, ikki leggur nakað í okkum. Men tú kanst hugsa um, hvussu hann er ímóti tær… er hann vinarligur, hyggur hann eftir tær, lurtar hann, tá tú tosar?

Tað er heilt nátúrligt, at vit hava hug at nema við tann, vit eru forelskaði í. Tú sigur, at tú hevur hug at nema við hann, men eg gangi út frá, at tað gert tú ikki, tí tað er ikki tað, man ger fyrst.

Tá tit nú ganga í sama flokki, so síggjast tit næstan hvønn dag. So tað skuldi verið lætt at komið í samband við hann. Tú kanst royna at tosa við hann, vita um tit hava felags áhugamál – tað kann vera filmar, kanska tit halda við sama fótbóltliði ella hondbóltsliði, bøkur ella annað.

Eg veit, at tað kann vera trupult at vera nátúrligur, tá man er forelskaður, men royn og tosa nátúrliga við hann. Á tann hátt kanst tú lodda dýpið, um hann nú dámar teg.

Tú kundi eisini fingið eina góða vinkonu at hjálpt tær at vita, um hann dámar teg. Tú kundi biðið hana hugt, um hann hyggur eftir tær, ella hon kundi sagt okkurt pent um teg, tá tú ikki ert til staðar og vita, hvat hann sigur :o)

Man verður øgiliga keddur, um forelskilsið ikki er afturlønt, men so skalt tú bara hugsa um, at tað eru nógvir fittir dreingir til, og at tú heilt sikkurt einaferð fert at finna ein, tú verður forelskað í og sum eisini er forelskaður í tær!

Vónandi finnur tú skjótt útav, um hann dámar teg :o)

Blíðar heilsur,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…