Hey forvirraða!
Tá eg lesi títt bræv, síggi eg, at tú kemur við svarinum sjálv. Tú sigur, at tá tú var saman við honum síðst, hevði tú ongar kenslur fyri honum. Og somuleiðis sigur tú, at tað følist, sum tú einans saknar tankan um hann. Tann, ið tú ert saman við nú er fantastiskur. Tann fyrri var ikki so erligur, sum tú kundi hugsað tær. Eg vænti ,at tú fert at hugsa minni og minni um tín eks-sjeik. Eg veit ikki, hvussu long tíð er liðin, síðan tað bleiv liðugt, men tit hava búð saman og verið ein partur av lívinum hjá hvørjum øðrum, so eg haldi ikki at tað er so løgið, at tú hugsar um hann. Tað kann til tíðir vera ringt at liva í núinum, og tankar flúgva aftur og fram í tíð, men tað er týdningarmikið at royna at vera til staðar har man er. Tað vil siga, royn og ver glað fyri tað sum tú hevur beint nú, í staðin fyri at hugsa um tað sum tú hevði, serliga tá tað, sum tú hevur nú er fantastiskt og tað fyrra var óerligt og kensluleyst.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin