Search
Close this search box.
Eg eri bara forvitin so eg spyrji bara. Nær er tað vanligt at fáa sín fyrsta “muss”? Hvussu følist hann? Hvussu ger man hann góðan?  

Góða forvitna genta! Takk fyri spurningin, sum nógv onnur ung ganga og hugsa um. Tey flestu hava fingið sín fyrsta muss tíðliga í tannárunum, meðan tað eisini eru fleiri, ið ikki hava fingið tann fyrsta mussin fyrr enn seinni. Tað kunnu vera ymiskar grundir til, at tað er so ójavn frá fólki til fólk. Summi eru smædnari og meiri varin enn onnur, og summi hava bara ikki havt hug at mussast so tíðliga sum onnur. Tann fyrsti mussurin verður væl greiddur frá á okkara heimasíðu barnabati.fo. Hygg inn undir Tema, sum er ovast til vinstru, og síðan skalt tú fara inn á kynslív, har ymiskt er at lesa um mussar, um hvat er umráðandi at hugsa um, tá ein skal byrja at musssast, og hvat ger, at mussir eru so ymiskir. Summir betri enn aðrir, ja summir heilt ógloymandi. So far bara inn og les, og skriva endiliga aftur til okkara, um tú hevur brúk fyri tí!  

Bestu heilsur  Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…