Search
Close this search box.
hey !
eg eri blivin voldtikin av steðar pápa mínum kunnu tit geva mær onkur ráð eg tori ikki at siga tað við mammu mína tí hann hóttir við at gera tað umaftur og ennu villari :(

Góða tú, ið verður misnýtt
Takk fyri brævið. Tú fortelur, at tú hevur verið fyri neyðtøku; framd av stjúkpápa tínum. Hetta er eitt ógvuliga álvarsligt mál, og ein ólukka at hava verið útsett fyri. Tú skrivar sjálv, at tú ikki torir at siga mammu tínari frá hendingini, av tí hann hóttir teg. Hetta ger teg uttan iva bangna.
Tað er eingin “lættur” vegur rundan um eitt tílikt mál. Tað er SO umráðandi at tú fært hjálp skjótast gjørligt. Hetta inniber eisini, at tú mást siga onkrum frá hendingini. Set teg niður og hugsa um, hvønn tað hevði verið lættast at tosa við í hesum føri. Vel eitt vaksið fólk, sum tú hevur álit á. Veit tað er ringt, og at tú ert bangin, men tað er ógvuliga umráðandi.
Tað kann eisini vera gott at tosa við ein fremmandan. Tí ert tú eisini vælkomin at ringja til ráðgevingina á tlf. 116 111.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…