Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Tann kedda gentan

Spurningur:

Hey... Hvat kann eg gera við at vinir mínir dáma betur at verða saman við mmamu míni enn við mær. Havi roynt at tosa við hana men tað nyttar einki, hon sigur bara at hon ikki skal tosa við teir, men tað ger hon allíkavæl...

Svar:

Hey
Nú sigur tú einki um hvat tað er, sum ger, at tú heldur at vinirnir hjá tær dáma betur mammu tína. Ei heldur um hví tú ynskir at hon ikki skal skal tosa við tínar vinir. Uttan hesar upplýsingar, er tað eitt sindur trupult at svar uppá tín spurning.

Ofta halda ung, at tað er kool at hava eina mammu sum vinirnir dáma, men tú skrivar at tú ert kedd av tí. Tað fær meg at hugsa um tað er okkurt millum teg og mammu tína sum ger at tú følir teg keddan? Ella er tað tí at tú følir teg uttanfyri tá mamma tín tosar við vinirnar? Eg haldi at tað er virkuliga flott av tær at tú longu hevur roynt at tosa við mammu tína um hetta. Eg vil ráða tær til at royna aftur at tosa við hana, og at vera erligur um hvussu tú hevur tað. Tað er gott at tú roynir at gera okkur við tína støðu.

Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara um tú hevur fleiri spurningar, ella at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin