Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
Tann kedda gentan
Spurningur:
hey tútit ? ' hm, eg havi ein STÒRAN trupulleika , & hann er at eg skeri í meg sjálvan .... fyrr var eg ein meg glað genta , eg var "hyper" og við uppá ALT !! men nú er tað sum um at eg KANN ikki vera glað longur , pleeeeeeease kunnu tit hjálpa mær ?????? ' eg havi brúk fyri hjálp ... !!!!
Svar:
Góða Kedda genta
Takk fyri brævið! Tá ein skerir í seg sjálvan, so er hetta eitt tekin um, at ein stríðist við trupulleikar, ið eru ov stórir til at ein kann loysa teir sjálv. Tú skrivar, at tú ikki kann merkja gleði longur og at tú ikki ert sum tú vart fyrr. Trupulleikin við at skera seg sjálvan er nevniliga, at ein verður hildin fastur í neiligum kenslum, orsaka av tí sjálvskaðandi atburðinum.
Tí er tað umráðandi at tú tosar við ein vaksnan, sum kann hjálpa tær. Veit tað kann verða sera ringt at skula siga td. foreldrum ella øðrum í familjuni, at ein hevur tað ringt. Men tað er tó umráðandi, at tú fært sett orð á tína støðu fyri einum vaksnum persóni, sum hevur álit á. Tú skrivar sjálv, at tær nýtist hjálp, og at tú hevur tað ringt – soleiðis skal tað sjálvandi ikki verða.
Jú skjótari tú fært biðið um hjálp, tess skjótari fært tú tað betri aftur. Royn og hugsa soleiðis. Tú ert altíð vælkomin at ringja inn til ráðgevingina á tlf. 116 111 – kann verða gott at tosa við ein fremmandan vaksnan, sum eina “venjing”, áðrenn ein skal tosa við t.d. læknan, ein lærara ella ein í familjuni.
Góða eydnu framyvir!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin