Search
Close this search box.
Eg vil gjarna takka tykkum, fyri ein sera góðan brævkassa. Eg eri onkutíð inni og lesi ofta brøv, sum eru sera viðkomandi fyri meg. Eg valdi at skriva eitt bræv til tykkara skjótt fyri tveimum vikum síðani, men havi enn ikki fingið nakað svar. Tað eri eg eitt sindur keddur av. Fyri at seta ein spurning.. : Hvussu leingið tekur tað hjá tykkum at svara einum brævið, frá tí tit hava lisið tað?

Góði tú, ið hevur bíðað eftir svari!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú ert nøgdur við brævkassan annars. Nú er heilt víst, at tú hevur fingið svar, men tað kann tykjast rættiliga leingi at bíða í heilar tvær vikur. Viðhvørt fáa vit so nógv brøv, at tað tekur 3 vikur at fáa svar. Annars royna vit at svara skjótast gjørligt og leggja tey út aftur til tykkum at lesa. Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara, og tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…