Spurnarkassin: Genta, 21 ár spyr

Tann klæna

Spurningur:

Hey :) hopi at tit kunnu hjálpa vid hesum .. eg eri ikki serliga glad yvur mín kropp.. eg eri alt ov kløn, og tad vil eg bara ikki vera.. eg vil vera normal, hava eitt sindur á mær.. av feitti.. eg eti nógv um daganir, eti morgunmat, eti ofta um daganir, eti ikki nógv bomm og drekki ikki nógv sodavatn, tí eg veit at tad hjálpur ikki uppá nakad.. eg reini at eta nógvan feitan mat og reini eta nógv tá id eg eti.. sum td, døgura, fisk, breyd, fruktir, og so pizza, kips, kylling, burgara og alt sovorit.. eg eti og eti og eti, men taki ikki uppá .. er tad nakad man kann taka fyri at kunna taka uppá? sum td tablettir ella okkurt? eg eri ikki glad fyri at vera so kløn.. hopi ikki tit bara siga at eg má vera glad fyri tad sum eg syggji út osv.. jaja, tad skal eg nokk einaferd.. tá id eg havi tiki uppá, skal eg nokk vera glad fyri meg sjálvan, men nu? .. nei! eisini tá id eg eri saman vid dreingjum osv, eg tori slett ikki at lata meg úr, tí eg eri bangin hvat teir fara at halda um meg, og hvussu ljót eg eri kropsliga.. hvat skal eg gera fyri at kunna taka meir uppá?? hopi tit hava okkurt bod.. annars, eg eri ikki stutt og heldur ikki so lang.. vanlig í tí og eri 21 ár..  

Svar:

Hey og takk fyri brævið!
Tú skrivar onki um tína vekt og longd og um tú ert spinkul ella kraftiga bygd, so eg vil svara tær meira alment. Ein kann bert tyngjast, um ein fær meira orkukaloriur inn i kroppin enn ein brúkar, og brúkið er bæði til hvílu funktionirnar i kroppinum og til rørslur og annan aktivitet. So um tú heldur teg eta meira enn ríkiligt, eigur tú at fara til tín lækna og greiða frá hesum. 

Tað eru sjúkur í sodningarlagnum, sum gera, at maturin ikki verður gagnnýttur so væl. Eisini eru  sjúkur inni i kroppinum , sum høgt stofskifti og sukursjúka , sum kunnu gera, at mat kaloriurnar ikki verða brúktar so effektivt. Um tú ikki hevur nakra sjúku (og helst hevur tú ikki tað) , vil eg ráða tær til í 3 dagar at skriva alt niður, sum tú etur og drekkur,  og hvussu tú rørir teg. Hetta kann brúkast til at meta, um tú fært nóg nógvar kaloriur inn til at tyngjast eitt sindur. Um tú ikki sjálv kanst gera hendan roknskapin, so kanst tú fara til ein kostráðgeva og tosa alt igjøgnum og fáa góð ráð. Tað er ikki beinleiðis nøkur medisinsk tablett viðgerð til at tyngjast.   

Um ein personur er sera rak orsakað av etingar ólagi sum anoreksi, viðgerð læknin onkuntíð við medisini móti sálarsjúku. Tað er gott at íðka ítrótt, so fært tú betri vøddar og ein flottari kropp og eisini betri  matarlyst. Ein viðmerking afturat. Tú torir ikki at vísa teg nakna, tí tú heldur tú ert ov klønljót. Hevur tú spurt sjeikin ella eina vinkonu, hvat tey halda? Kanska ert tú ov streng við teg sjálva.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin