Hey og takk fyri brævið!
Tað er ikki løgið, at tú ikki fært hugsavnað teg um skúlan, tá barndómurin fyllir so nógv. Tú hevur tørv á at tosa við onkran um tínar upplivingar, so at tú kanst koma víðari við tínum lívi. Tað er gott, at tú hevur fingið tosað við mammu tína um, hvussu tú hevur tað. Eg kundi hugsað mær at vitað meira, t.d. hvussu tú hevur tað saman við mammu tíni nú, og um tú følir, at hon er góð við teg nú? Og hvør orsøkin til at beiggi tín hevur fingið meira uppmerksemi og kærleika er. Um hann hevur verið sjúkur ella okkurt líknandi, er tað nátúrligt, at tú følir teg ikki hava fingið nóg nógvan kærleika og tíð. Tað er rættiliga vanligt í familjum, har eitt barn ella foreldur er sjúkt ella krevur serliga umsorgan. Mamma tín fær ikki broytt fortíðina, men hon kann lurta eftir tær, stuðla tær í tínum kenslum og at vísa tær kærleika nú og vera saman við tær. Hon kann saktans hava elskað teg líka nógv sum beiggja tín, men hon hevur kanska ikki hugsað um, at tú eisini hevur havt tørv á henni, serliga um tú hevur klárað teg væl sjálv. Ella hevur hann kanska kravt so nógv, at hon ikki hevur havt tíð og yvirskot at taka sær nóg nógv av tær. Men tú hevur sjálvsagt havt tørv á, at hon hevur verið har fyri teg og víst tær kærleika. Eisini hevur tú havt tørv á at kenna teg sum nakað serligt og at hava mammu tína fyri teg sjálva viðhvørt.
Børn vilja ofta ikki “órógva” foreldrini og duga heldur ikki altíð so væl at seta orð á, hvørjum tey hava brúk fyri. Um beiggi tín hevur havt serligan tørv, hevur tú kanska bara roynt at tilpassa teg og hevur hildið teg í bakgrundini og enntá kanska roynt at hjálpt til og passað teg sjálva. Sjálvt um tú skilir, hví støðan var sum hon var tá, kennir tú hóast alt ein sakn, so leingi tú ikki hevur fingið tosað um tað og arbeitt við tí. Tú kanst fortelja mammu tíni um, hvussu tú hevur tað, á ein uppbyggjandi máta. Tvs. við at fyri halda teg til hvørjar kenslur tú situr við, heldur enn at ákæra mammu tína. Finn eina løtu, har tit báðar hava tíð, eru einsamallar og eru avslappaðar. Hetta kann vónandi betra um tykkara forhold. Um tú kanst vísa forstáilsi fyri hennara støðu sum mamma og at kunna fyrigeva henni er lættari at koma víðari við lívinum. Tú kanst siga henni, hvat tú hevur saknað sum barn og siga, at tú hevur brúk fyri at hoyra, at hon er góð við teg t.d. Tú kundi eisini tosað við onkran annan uttanfyristandandi fyrst.
Um eg havi misskilt okkurt ella tú hevur hug at tosa nærri um hetta, ert tú altíð vælkomin at skriva, kjatta ella ringja til okkara.
Góða eydnu og alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin