Search
Close this search box.
Dulnevni: Tann mega kedda gentan. Aldur: 13 Hey. Eg vil fyrst siga at hetta er ein ordiliga góð ráðgeving. Men nú kemur mítt problem. Eg havi eina vinnkonu og vit hava verið allar bestu vinnkonur men nú eru vit ikki. Tí at tað kom ein nýggj genta í flokkin hjá mær og hon og mín besta vinkona blivu bestu vinkonur og høvdu hálv hjarta samman, og so føldi eg meg uttan fyri, og so bleiv eg ordiliga irriterað tí at eg føldi sum at hon tók mína bestu vinnkonu frá mær. Og nú kann tann gentan ongantíð vera saman longur. Tað er meegaa keðiligt. Eg eri altíð einsamøll í fríkorterinum í skúlanum. Men nú føli eg eisini at tann gentan er súr á meg ella okkurt. Eg veit ikki. Eg veit ikki hvat eg skal gera longur? Dulnevni: Tann irriteraða gentan Aldur: 12 Heey. Eg havi eina vinkonu og vit hava verið bestu vinkonur fyrr men so kom ein onnur genta í klassan og nú eru hon og tann nýggja gentan bestu vinkonur. Og nú føli eg meg ordiliga uttan fyri og eg eri nokk so irriterað, tí at tað følist akkurát sum at tann gentan hevur tikið mína bestu vinkonu frá mær. Og kanska eg eri eitt sindur øvundsjúk. Hvat skal eg gera?

Hey tit báðar!
Eg havi valt at svara tykkara brøvum saman, tí at spurningarnir líkjast so mikið nógv.
Tit báðar eru í eini so keðiligari støðu, tí tað er ringt at blíva svikin av síni bestu vinkonu og so omaná tað heila at síggja, at hon hevur tað ordiliga stuttligt saman við einari aðrari vinkonu – tað er einki stuttligt.
Tað tit kunnu gera er at royna at finnan onkran annan at vera saman við. Tann eina av tykkum sigur at hon altíð er einsamøll í fríkorterinum. Men hvat við hinum gentunum í flokkinum – er onkur annar, sum tit tíma at fylgjast við? Og kenna tit onkran sum tit ikki ganga í skúla saman við, sum tit dáma at vera saman við?
Eg veit ikki um tit hava roynt at sagt vinkonunum hjá tykkum hvussu tit hava tað, at tit eru keddar av at tit ikki kunnu fylgjast meira? Men um tað ikki hjálpir, so er nokk ikki so nógv annað at gera enn at lata vinkonurnar fáa frið, lata tær verða saman við nýggju vinkonunum. Eg vil eisini ráða tykkum til ikki at ignorera tær. Men roynið at finna onkran annan at fylgjast við, so tit kunnu fáa onnur og stuttligari ting at hugsa um. Tað kann vera torført og tað kann taka sína tíð at koma yvur, men við tíðini verður tað lættari. Hvør veit, tað kann verða at tit koma at fylgjast aftur við gomlu vinkonunum tá ein tíð er fráliðin? Tað vita vit sjálvandi ikki, men tað er púra vanligt at vinarløg broytast tá man er ungur, og at tað skiftir eitt sindur hvørjum man fylgist við.
Um hetta svarið ikki er nøkur hjálp, so eru tit vælkomnar at skriva aftur til okkara.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…