Spurnarkassin: Genta, 0 ár spyr

tann ólukkuliga

Spurningur:

Hey hey, deilig heimasíða. Eg ætlaði at ætlaði at prøva at skriva inná her nú tá nógv siga, at tað hjálpir at skriva inn til tykkara. Námen problemi. Eg havi tað so at eg altíð eri so kedd. Eg og ein drongur gingu frá hvørjum øðrum sirka 1 ár síðan, tí tað ikki riggaði millum okkum og síðan tá havi eg ikki verið ordiliga glað aftur, og nú klári eg slett ikki at vera glað saman við familjuni og vinum. Eg veit ikki hví? Eg hugsi um tað kundi verið tí at eg eri so øgiliga glað fyri tann dreingin. Tú mást umskylda fyri eg ikki forklári hví vit gingu frá hvørjum øðrum, tað er bara so long søga, so eg hopi kunnu skiljahjálpa sjálvt um tit ikki vita hví vit fóru frá hvørjum øðrum. Men ja, eg var mega glað fyri hann, og hann er tann fyrsti eg fór í song saman við og fyrsti, sum eg nakrantíð havi verið ooorduliga forelskað í. So kann tað vera tí? Og hava tit nøkur ráð um, hvussu man kann vera eott sindur meira lukkuligur aftur? Eg sakni eisini at hava ein drong, so tað kann eisini vera tí? Tað er so keðiligt at eg ikki kann vera glað saman við mínum vinum aftur, tí tað eru tey, sum tað gongur útyvir. Sakni at vera glað aftur. Havi kjempað um tað ofta, men klári bara ikki. Eg hugsi rættiliga nógv um hann aftur, kann stadigvekk gráta ofta um hann. Heilsan tann ólukkuliga

Svar:

Góða ólukkuliga!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú roynir at gera okkurt fyri at fáa tað betri, og vónandi kann mítt svar í hvussu er hjálpa tær eitt sindur áleiðis. Tú hevur mist tín stóra kærleika, og tað er einki løgið, at tú syrgir drongin, sum tú enn helst ikki ert komin yvir. Tað er eitt ár síðan, at tit fóru hvør til sítt, so tað er ikki so long tíð síðan. Summi brúka longri tíð at syrgja enn onnur. Nú ljóðar tú, sum um tú ert troytt av støðuni, so tað er helst nú, at tú ert til reiðar at gera onkrar broytingar fyri at koma úr sorgini. Tú greiðir ikki frá, hvat var orsøkin til, at tit fóru hvør til sítt, og tað er ikki so umráðandi fyri meg at vita, men tað er meira umráðandi fyri teg at hugsa um, hvat tað eru fyri tankar, sum gera teg kedda. Tað er neyðugt hjá tær at finna út av, um tú ynskir at fáa tín fyrrverandi drong aftur ella um tú vilt sleppa honum. Eisini kanst tú soyrja teg sjálva,  um tú ynskir at blíva forelskað í onkrum øðrum drongi. Tað er umráðandi, at tú kanst uppliva nøkur stuttligt ting saman við familju og vinum. Tað er so, at ein er mest tiltrekkjandi, tá ein hevur tað stuttligt og flennir og er glaður. Tú kanst royna at gera ting, sum tú veitst ger teg glaðari, og lat ikki tær tungu løturnar taka ov nógv av tínari tíð.  Tá tú ert í ringum lag , ber til at gera okkurt fyri at órógva teir tungu tankarnar við onkrum stuttligum ella glaðum tankum, so at teir tungu ikki sleppa at oyðileggja tín dag. Tú upplýsir ikki, hvussu gomul tú ert, men í øllum førum kanst tú fáa hjálp frá øðrum, um tú ikki orkar at kjempa sjálv, sum tú longu nú sigur. T.d. tíni foreldur, tín flokslærari, heilsusystirin í skúlanum, sum øll hava skyldu at hjálpa tær.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin