Hey “Ólukkuligi”
Fyri at svara tínum fyrsta spurningi fyrst, so er tað torført hjá mær at siga hvat tær bagir, handan spurningin hevði læknin hjá tær kunna svara tær nógv betri uppá enn eg, so bílegg eina tíð hjá læknanum og fá eitt prát við hann.
Fyri tað næsta fari at takka tær fyri at tú hevur skrivað inn til okkara við tínum næsta trupulleika. Tað er ótrúliga flott at tú dugir og torir at seta orð á tað sum hendir. Sum tú sjálvur sigur, er tað púra, púra skeivt av tær at føla uppá systir tína. Bæði tí at hon er systir tín, men eisini tí at hon er 11 ár og alt ov ung til at skula nøkta tín sexuella tørv. Tað at tú ert góður við systur tína, sum eina systur, má og skal ikki forvekslast við nakað annað og slett ikki tað at tú ert seksuelt áhugaður í henni. At hon ikki gevur tær mótstøðu tá ið tú følir uppá hana, merkir ikki at hon er við uppá tað tú gert við hana. Tvørtur ímóti, kann tað vera tí at hon er bangin og veit at tað tú gert er skeift. Eisini skal tú hugsa um, at tú ert eldri enn hon og á tann hátt óbeinleiðis hevur størri magt enn hon, tá tit eru saman. Systur tín veit, at systkin ikki eiga at hava sex saman. Tá ið tað so hendir henni alíkavæl, kann hon rættuliga væl venda tað ímóti sær sjálvari. Hon kann fara at halda, at alt er hennara skyld. At tú gert tað við hana, er tí at hon er bítt og ónd og ljót. Tað sum eg vil siga við hesum er, at góði Ólukkuligi gevst við hasum. Tú kans gera systir tíni, og tær sjálvum, óbótaligan skaða. Skomm og skyld kann fara at fylla so mikið nógv í lívinum hjá tykkum báðum, at tað fer at ávirka tykkum restina av lívinum. Eg skilji bræv títt soleiðis, at tú ert ómetaliga góður við systir tína, men tað at vera góður við eina systur, eigur ikki at innibera nakað seksuelt. So, gevst við hasum beinanvegin.
Eg skilji tó væl at tú hevur tað av H… til. Júst hetta tá vaksin føla uppá børn er ólóligt og verður møtt við fordøming, men tú mást bíta tennirnar saman og fáa hetta sagt. Nú veit eg ikki hvønn tú ert saman við til dagligt, hvat tú gert til dagligt og hvønn tú tosar væl við. Í tínum dagligdegi kann tað vera onkur sum tú tosar væl við og sum kann taka eitt tílíkt mál seriøst, tí tað er umráðandi. Ein annar møguleiki er at fara til læknan hjá tær, hann kann henvísa teg til ein sálarfrøðing sum kann fáa teg at skilja hví tú gert sum tú gert og sum kann hjálpa tær. Eisini kanst tú ringja til barnarverndarstovuna á 30 24 95 og siga at tú hevur nakað sera umráðandi sum tú vilt tosa við ein vaknan um.
Til síðst vil eg so siga at um tú ikki sjálvur fært sagt hetta við foreldur tíni, fá so ein vaksnan persón at hjálpa tær við tí, tað er alneyðugt at bæði tú og systur tín fáa hjálp. Og so má eg í hesum sambandi fortelja tær, at tá tú ert yvur 16 ár og ger teg inn á eina gentu uppá 11 ár, so er tað ífylgi lógini kriminelt, tað vil siga, at tað kann koma eitt mál burturúr hesum. Lat hetta tó ikki steðga tær, men fá hetta sagt, tí tú og systur tín mugu hava hjálp!
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin