Góða ‘ørkymlaða’!
Eitt stutt svar hevði verið: ja, alt hatta er rættiliga vanligt tá man er 14 ár.
Tað langa svarið er so eisini nakrir spurningar til tín. Tað ljóðar sum at lagið hjá tær er nokkso skiftandi. Tú sigur at tú ert kedd og deprimerað viðhvørt, og kallar eisini teg sjálva ‘ørkymlaða’. Tað er keðiligt at tú hevur tað soleiðis, og tí er tað umráðandi at tú hugsar um hví tú ert í ringum lag, og hví tú kennir teg ørkymlaða. Tú sigur at lærararnir eru øðrvísi mótvegis tær, og at vinkonurnar eru broyttar. Foreldrini ert tú eisini irriterað inná. Men tú noyðist eisini at hugsa um hvussu tú sjálv ert mótvegis teimum. Tú sigur at vinkonurnar tosa illsliga við teg. Tosar tú nakrantíð illsliga við tær? Hvussu ert tú tá tú ert saman við teimum? Og ert tú altíð blíð við lærararnar?
Tá lærararnir verða illir tí tú skulkar, er tað sjálvandi tí at tú ikki skal skulka, men vera í skúlanum. Og um lærararnir ikki vita hvat bagir, og at tú ert kedd og ørkymlað, so kunnu tey heldur ikki hjálpa tær.
Lærarnir siga at tú ert broytt. Tað ert tú ivaleyst eisini, tí man broytist altíð sum tannáringur. Men man nýtist ikki bara at broytast til tað verra. Tú mást vísa bæði foreldrum, lærarum og vinfólki at tú ert til at líta á, og at tú heldur avtalur. Tá tú ert byrjað at ganga úti, rokni eg við at foreldrini geva tær tíðir nær tú skalt verða heima. Um tú vilt hava tey at líta á teg, mást tú halda tíðirnar, annars halda tey bara at tú gert alt møguligt býtt og fara tey tí kanska at hava trupult við at líta á teg, og alt verður nógv strangari enn tað nýtist. Tú sigur at tað tú gert tá tú ert úti er heilt óskyldugt, men hvussu skulu tey trúgva tí, tá tú gert onnur ting sum ikki eru so óskyldug, sum at skulka, lata sum um tú ert sjúk og ikki halda avtalur. Foreldrini eru bangin um teg, tí tey eru góð við teg og vilja ikki at nakað skal henda tær.
Tú ert í ferð við at gerast vaksin, og mitt í einari broytingartíð har tankar og gerðir kanska ikki altíð fylgjast at. Tú ert við at læra at taka avleiðingarnar av øllum tí tú ger. Um tú ynskir at alt sær øðrvísi út, er tað tú sjálv sum kann broyta nógv. Royn tú at tosa við foreldrini og lærararnar um tína støðu, og royn at halda tær avtalur ið verða gjørdar. Royn eisini at hugsa um hví lagið er so svingandi, og hvat tú kanst gera við tað.
Góða ørkymlaða, vónandi ert tú ikki líka ørkymlað longur. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til at tú hevur humørsveiggj. Vónandi verður tað betri av sær sjálvum. Um tú ikki heldur at hetta blívur betri, so vil eg ráða tær til at tosa við onkran sum kann hjálpa tær víðari. Tú ert eisini vælkomin at skriva ella ringja aftur til okkara.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin