Hey. Gott at tær dámar brævkassan.
Eg skal royna at svara tær, men hatta er ein spurningur, sum ikki bara kann svarast ja ella nei.
Nakrar gentur fáa ilt fyrstu ferð, og aðrar fáa so ilt at tað ikki riggar at fara í song við einum dreingi beint tá. Aðrar føla onga pínu, kanska bara at tað er eitt sindur óbehagiligt.
Tað sum hevur týdning er, at gentan er trygg og klár. At hon hevur álit á dronginum og at hon er sikkur uppá at hann steðgar um hon vil tað. Tað kann man avtala sínamillum árðenn man fer í song saman.
Tað er eisini týdningarmikið at minnast til at brúka fyribyrging.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin