Search
Close this search box.
Hey brævkassin. Eg eri ein 17 ára gamal drongur, og eg havi ein persónligan trupulleika, sum eg eri byrjaður at hugsa um, og sum eg havi gingið og hugsa um 1-2 tey seinastu árini. Eg var ca. 12 ára gamal, tá eg byrjaði at onanera. Eg var ikki ordiliga sikkur, hvat hetta var í byrjanini, men so við og við bleiv eg meiri og meiri avhengigur. Eg gjørdi tað (næstan) hvønn dag, og onkutíð fleiri ferðir um dagin. Nú tey seinastu 2 árini, havi eg roynt tað gjørt minni enn tá eg gjørdi tað í fyrstuni. Trupulleikin hjá mær, at eg aldrin havi brúkt nakað glíði krem. Eg havi bara brúkt hendurnar, uttan at brúka glíðikrem, og nú eg havi gjørt tað so ofta gjøgnum árini, er murturin og pungurin blívnir reyðir. Eg havi ikki ilt ella nakað, men murturin og pungurin eru reyðir og húðin er eitt sindur turr. Eg eri bangin fyri, at hetta er nakað, sum er komi at vera, av tí at eg ikki havi brúkt glíðikrem. Eg tori ikki at lata meg úr í umklæðisrúmum, tí eg eri bangin fyri at hvat onnur skulu halda um meg. Hvat skal eg gera? Eg hopi at tit kunnu hjálpa mær  

Góði “Tann óttafulli og stúrni”
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu ofta fólk hava tørv á at onanera, og tað kunnu vera tíðarskeið, ið ein onanerar meira enn í øðrum tíðarskeiðum. Tað er heilt rætt av tær ikki at onanera so ofta, nú tú hevur fingið irriteraða og turra húð. Tú eigur avgjørt at fara at brúka intim krem at smyrja í neðra minst morgun og kvøld og eisini brúka tað, tá tú onanerar. Hettar verjir húðina og ger hana minni turra. Um tú rakar tær i neðra,  er best ikki at raka tætt, tí hettar irriterar eisini. Tú skalt eisini ansa tær við sápu, hægst vaska tær við henni einaferð dagliga, og so skal tað helst vera ein pH neutral ella intim sápa. Intim krem og sápa kann ein keypa á Apotekinum, men eisini  í størri handlum. Alment fyri húð irritation er at mekanisk ávirkan, sum  onani í hesum førinum, ov tættsitandi cowboy buksur ella t.d. um tú súkklar nógv og saðilin ikki passar væl, kann  gera tað verri. Um tú ofta ert ov heitur og sveittar , kanst tú gerast avtikin Eitt síðsta er at hugsa um kemisk evni, um ein tolir tað klæðini verða vaskað í, um tú brúkar luktilsi ella spray ella deodorant,  og um tú tolir tað. Ráðini eru at brúka minni ella gevast heilt at brúka tílíkt. Um tú heldur  áfram , eigur tú bert at brúka  evnini uttan parfumu tilsett og umhvørvis vinarlig.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin      

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…