Search
Close this search box.
Hey tútit :-) Eg havi nakað, ið hevur plágað meg eina tíð nú! Eg eri 162 cm long, og eg vigi bara 44,4 kg. Eg veit væl at eg eri undirvektig!! Og tað er tað, sum ger meg bangna viðhvørt! Eg eti vanligan mat. Til morgunmat eti eg altíð ein bita av rugbreyði, í skúlanum 2 bitar og til arbeiðis eisini 2 bitar, og so tá eg komi heim, eti eg døgurða. Eg eti eisini bomm og ísar o.s.frv. men kanska ikki so nógv av tí, men heldur ikki lítið. Eitt annað sum irriterar meg, er at summi máta seg eftir mær. Tá blívi eg ofta ill, og sigi at tað skulu tey ikki, tí eg vigi for lítið! Heilsusjúkrasystirin segði, at eg altíð havi verið ein løtt genta, men allíkavæl, mín vekt stendur bara í stað! Átti hon ikki at farið eitt sindur upp onkuntíð? Vinarlig heilsan Eg :-)

Góða tú sum heldur teg vera ov lætta.
Ja, vektin kann vera eitt evigt problem! Er tað ikki ov nógv, so er tað ov lítið.
Út frá tínum brævi haldi eg kortini ikki at tær nýtist at vera bangin. Summi eru bara soleiðis skapt at tey eru kløn, og onnur eru soleiðis at tey taka lætt uppá. Tað sum mest ræður um er at eta sunnan mat, og tað ljóðar tað sum at tú gert.
Tað er eisini ordiliga gott at tú sigur við hini, at tey ikki skulu máta seg við teg, tí man kann veruliga eisini vera ov klænur.
Eg veit ikki um tú ert kedd av at vera so kløn, men eg trúgvi ikki at tað hjálpir tær at eta meira. Tí soleiðis ert tú. Tað sum tú møguliga kundi gjørt er at byggja vøddarnar upp, so teir fylla meira, tað kann geva gott úrslit. Tað kanst tú gera við at íðka onkran ítrott.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…