Search
Close this search box.
Dulnevni: Tann SERA kedda gentan hey tit … 
pápi mín er dømdur fyri at hava misbrúkt systrina hjá mín besta vinkona sum er X ár nú og nú vilja pápi og omma ikk hava at eq síggji mína bestu vinkonu ella systrina tað havi eq tað ringt við onkuntíð fari eq bara knappliga at gráta , shjolt í tímunum eq havi tað forfertilit tá og eq havi roynt at síggjast við hana uttan um mammu men kortini finir hon útav tí og so fái eq stuearrest og eq hati stuearrest… !
men eq klári ikk heta lívi meir og onkuntíð hugsi hvussu tað hevði veri um eq ikk var her altso eq havi onkuntíð sjálvmorðs tonkar men eq havi aldrin tora at roynt …enn… so eq hopi bara at eq fái eitt svar fyrr ella seinni (eq klári ikk meir)…
heilsan tann SERA kedda gentan Dulnevni: lolelol hey eg eri ein genta uppá xx nastan xx og pápi mín er í fongsul og tað havi eg tað ringt við tí pápi mín hevur búð saman við ein kona og eg eri blivin BESTA vinkona við tann eina døtturin hjá hana og eg sleppi ikki at vera saman við hana tí at tað eru tey sum hava melda hann fyri at hava misbrúkt tað eldru dótrina kynsliga og eg sleppi heldur ikki at síggja tann eldra gentan heldur ikki tann yngsta og eg skilji hetta ikki tí at tað er ikki mín skild og ikki mín besta vinkonu’sa skild … ?
hevur nøkur eitt svar um hettar … ?  

Góða ”Tann SERA kedda gentan” lolelol
Skilji at tú ert í einari ógvuligari tungari støðu fyri tíðina. Hetta er sjálvsagt. Gott at tú sendir okkum eitt bræv.

Hvørki tú, vinkona tín ella stórasystir vinkonu tína hava nakra skuld í hesum máli – men tit eru allar raktar á ymskan hátt. Hetta er ikki rættvíst.

Pápi tín er tikin frá tær, tú ert skild frá vinkonu tíni – alt saman undir ógvusligum og viðkvæmun umstøðum. Kann hugsa mær at flestu royna at hjálpa stórusystrini beint nú (sum sjálvandi hevur brúk fyri hjálp), men kanska gloyma tey, at bæði tú og vinkona tín eisini eru hart raktar av hesum málinum?

Haldi tað er ógvuliga umráðandi, at tú fært tosað við ein vaksnan persón um støðuna. Í fyrstu syftu kundi tú valt at tosa við t.d. ein lærara tú tosar gott við, ella heilsusystrina á skúlanum. Altso ein, sum stendur uttanfyri báðar familjurnar. Greið læraranum ella heilsusystrini frá støðuni, og bið hannhana um at seta seg í samband við mammu tína. Hetta kundi kanska gjørt, at tú eisini fekk hjálp, og at umstøðurnar blivu betri.

Veit at alt sær svart út beint nú, men eg rokni eisini við, at nógv ting verða lættari hjá tykkum við tíðini. Men hetta skal sjálvsagt ikki halda teg frá at biða um hjálp – slettis ikki!

Tú ert eisini vælkomin at ringja inn til ráðgevingina á tlf. 116 111.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…