Search
Close this search box.
Hey…! Eg verði happað í skúlanum, og eg eri so kedd.. hvat skal eg gera? Eg royni bara at vera tann, sum eg eri, men tá eg vil tosa við onkran, flenna tey eftir mær, og kallað meg “tann, sum ikki gongur í teimum “røttu” klæðunum”. Eg hopi, at tit kunnu hjálpa mær.

Hey, tú sum altíð verður happað!
Sum eg skilji væl, at tú ert kedd av altíð at blíva happað. Og, sum tú sjálv sigur, øll hava loyvið at vera akkurát tann, tey eru. Tað er ein mannarættur. Og veitst tú hvat? Hatta skalt tú ikki finna teg í. Tí tað er ikki tú, sum hevur ein trupuleika, tað eru tey, ið happað teg, sum eru langt úti. Tað er sostatt gott, at tú skivar inn, og greiðir frá tínari støðu.

Um tú ikki hevur tosað við onkran enn um tín trupuleika, so skalt tú skunda tær at gera tað. Tí tú mást ikki ganga einsamøll og vera so kedd, og eingin veit av tí. Tosað við onkran, sum tú hevur álit á, t.d. tíni foreldur, ella onkran annan í tínari familju, systkin, mostur ella ein góðan vin. Og so mást tú og tíni foreldur tosa álvarsliga við lærararnar í tínum flokkiskúla og greiða frá tínari støðu. Lærararnir kunnu gera nógv fyri at steðga happing og teir eiga at hjálpa næmingum, sum ikki trívast í skúlanum. Kanska vita teir als ikki av, at tú blívur so illa happað. Tað kann nemliga vera ringt hjá vaksnum, at uppdaga at onkur happar.

Tú kanst eisini gera nógv sjálv. Royn og sig frá, ikki góðtaka, at tey happað teg. Svara aftur. Eg veit, at tað er ringt, tí tá ið man er blivin happaður í langa tíð, so missir man eisini sjálvsálitið og torir ikki at siga frá. Men tað er sera umráðandi, at tú gert tað. Tú skalt bara tora. Tað er ringast fyrstu ferð. Vilt tú vita meira um happing og hvussu tú kanst fáa meira hjálp, so kanst tú fara inn á barnabati.kinsta.cloud, klikka á Eg og lívið, har inni finnur tú meira um happing.

Góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…