Hey tit Ehm, eg eri ein genta sum er 14 ár. Eg haldi meg vera aaaaaaaalt for feita. Mín besta vinkona er yvir kløn og pen og eg vil sýggja líka ut sum hon. Men nú vil eg spyrja tykkum um tit halda at eg vigi ov nógv. Eg eri 1,73 long og eg vigi 55 kg. Er tað ov nógv?

Hey hey!
Tú spyrt, um tú vigar ov nógv, og eg kann svara tær, at út frá tí tú skrivar, so vigar tú ikki ov nógv, og tú ert ikki ov feit.
Tá eg sýggi hvussu long tú ert, so hevur tú ta longdina, sum nógvar aðrar gentur høvdu ynskt at tær høvdu.Tú skrivar, at tín vinkona er yvir kløn. Tað kann vera at tín vinkona er øðrvísið bygd enn tú, og helst eisini er øðrvísið enn tú. Tá henni dámar teg væl sum vinkonu, er tað ikki orsakað av tínum kroppi ella andliti, men tí henni dámar teg akkurát sum tú ert. Ert tú enn í iva so kanst tú fara og støkka inn á gólvið hjá heilsusystrina á skúlanum hjá tær. Hon kan sýggja teg og siga um tú vigar ov nógv. Men við teimun upplýsingunum sum tú hevur givið okkum so sær tað ikki út sum tú vigar ov nógv.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg