Heeeey góðu tit:)
Eg havi skriva inn til tykkum fyrr :) Sera nøgd við svarið.
Men nú ætli eg bara spyrja um eg eri løgin:(
Sum eg havi skriva til tykkum fyrr, havi eg stór problemir. Eg gangi til ein sálarfrøðing, hon er bara sooooooooo fitt, eg havi fortalt henni um alt mítt lív. Vit báðar hava fingið eitt orduligt venindu forhold, tá ið eg eri har, er tað akkurát sum eg tosi við eina venindu, eg eri soooooo góð við hana at tað ikki kann sigast við orðum. Men nú er hon flutt niður, hon segði við meg ein dagin at hon skuldi flyta niður, eg fekk orduligt chokk :( Hon segði at eg skuldi fáa eina aðra orduliga fitta. Og í dag fór eg til tað nýggju eg bleiv bara soo skuffa , tí hin sum eg eri so góð við, er nógv fittari og dugur beturi at fáa meg at slappa av. Men tann sum eg eri so góð við segði at hon valdi ´tann sum hon visti at eg fór at dáma, tí at hon eisini hevur ringt við at sleppa mær, tí at vit hava melda ein til politið fyri at hava misbrúkt meg, og nú bíði eg bara eftir at tað skal í rættin. Alt hattar trúði eg at eg skuldi fara ígjøgnum við hinari sum hevur hjálpt mær allatíðina. Men nú skal eg koma til tað hehe :)
Eg gráti hvørja nátt yvir tað, og um dagin, faktist er tað akkurát sum hjartasorg :( hvørja ferð eg hoyri ein sang ið minnir meg um hana eri eg um at gráta:( Havi havt tað soleiðis nú síðani eg fekk tað at vita. Følist sum um at ein stór byrða liggur á hjartanum. Men síðstu ferð eg var hjá tí sum eg eri so góð við, keypti eg henni eitt smykku, og skrivaði henni eitt bræv har stóð at eg var góð við hana og at eg kom at sakna hana, so hon veit í øllum førum at eg eri góð við hana. Í dag tá ið eg fór inn til tað nýggju tóktist tað heilt forkert, eg hugdi niðan í vindeygað har sum eg plagi at ganga hjá tí sum eg eri so góð við, og eg fekk bara klump í hálsin. Eg minnist allar tær tíðurnar tá ið eg plagdi at tosað við hana sum eg eri so góð við.
Eg og tann, sum eg eri so góð við eru virkuliga góðar hvør við aðra hava lært hvønn annan orduliga gott at kenna.
Tað er akkurát sum tá ið ein besta vinkona flytur langt burtur. So blívi eg eisini við at spekulerða um hon veruliga veit hvussu góð eg eri við hana, tað hopi eg at hon veit hvussu nógv hon hevur at siga fyri meg.
Av tí at eg sigi fyrr í brævinum, at eg hugdi upp í vindeygað hja henni sum eg eri so góð við, er tí at tað er beint við. Tað føldist bara so forkert at fara inn til tað nýggju.
Heilsan ein sum virkuliga hevur brúk fyri einum svari
Hopi at tit svara skjótt, tí eg havi brúk fyri tí :)
Tit gera virkuliga eitt flott, arbeiði:)
P.S eg havi skriva til tykkum fyrr hevði dulnevni: Veit onki.
Góða kedda genta.
Fyrst vil eg siga takk fyri brævið og tey rósandi orðini til ráðgevingina.
Hatta er ein keðilig støða tú ert komin í og eg skilji væl, at tú ert kedd. Tú hevur havt eitt gott forhold til tín sálarfrøðing, og nú er tað farið. Tú sigur at tað er, sum at tín besta vinkona er flutt langt burtur, og tað er tað jú á ein hátt. Tað tú følir nú, er simpulthen sorg um hesa “vinkonuna”, sum tú hevur mist. Sorg er tung at bera, og man fær nærmast ilt í hjartað. Men sorgin er ein partur av lívinum. Øll missa vit onkuntíð onkran kæran, og tá kemur sorgin. Tú hevur verið í gjøgnum nógv í tínum stutta lívi, skilji eg á lagnum, og tí kann tað kennast órættvíst, at tú so skal missa hetta menniskja sum hevur fylt so nógv í tínum lívið.
Tað einasta eg kann ugga teg við, er at sorgin spakuliga verður lættari at bera, tá tú hevur funnið út av hvussu tú kanst liva við henni. Og tað, sum tit báðar hava havt saman, tað eigur tú í tínum hjarta, tað fer ongan veg. Hon hevur hjálpt tær og stuðlað tær í gjøgnum nakað, sum var ringt, og av tí at hon var har, og dugdi væl at stuðla tær, ert tú komin longri, og ert vorðin sterkari í dag.
Eg skilji væl, at tað kennist skeivt at fara til ein annan sálarfrøðing nú. Men hin hevur valt hendan nýggja sálarfrøðingin til tín, tí hon vil tær tað besta. Tað tekur altíð tíð at koma at kenna nýggj fólk, og at blíva trygg við tey. Tað hevur sikkurt eisini tikið tíð, tá tú fyrst fórt at ganga hjá hinari, sum er flutt. Men av tí, at tú ert sterkari og eldri, av tí, at tú longu hevur sett hol á alt tað, sum nívir teg, so verður tað nokk lættari hesuferð. Tú mást bara geva tí tíð, og royna at hugsa um tað positiva í tínum lívi og tað positiva við tí, at hesin nýggji sálarfrøðingurin er ein persónur sum hin stólaði uppá og helt vera tann besta fyri teg.
Tær nýtist ikki at vera bangin fyri, at hin sum tú ert góð við ikki veit, hvussu góð tú ert við hana. Tú hevur sagt tað við gávuni og brævinum og tú hevur heilt sikkurt eisini fingið eitt serligt pláss í henara hjarta.
Alt tað besta framyvir
Tú & Eg Ráðgevingin