Search
Close this search box.
Eg haldi at tit svara alt ov seint.. eg skrivaði fyri øldir síðani. og havi ik fingið svar enn.

Hey hey. Vit vita gott hvussu strævið tað er at bíða eftir svari, tá man endiliga hevur tikið seg saman at skriva. Men vit gera okkara allar allar besta at svara so skjótt sum gjørligt. Brævkassin fær sera nógv brøv, og tí fáa vit ikki svara brøvunum beinanvegin. Tey flestu fáa svar innan 1 – 2 vikur, men viðhvørt kann ganga eitt sindur longri, og viðhvørt styttri.  Um tú hevur tørv á svari ella onkrum ráði beinanvegin, so vil eg ráða tær til heldur at ringja. Tí so sleppur tú at tosa við onkran beinanvegin. Ráðgevingin svarar mánadagar og hósdagar kl. 14-22, og hevur tlf. 116 111.

Blíðar heilsur, Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…