Tað er gott at tú dámar heimasíðuna. Tín trupulleiki er ikki so lættur at loysa. Hvat meinar tú við at hendan gentan er merkilig ella ørvísi? Og hví er tað at tú als ikki vil fylgjast við henni? Er hon ikki ment í mun til sín aldur ella er hon bara ikki tín typa? Hevur hon nøkur onnur vinfólk? Og hevur hon fleiri sum hon tosar við í flokkinum? Hetta hevur týdning fyri hvussu tú letur hana vita at tú ikki vilt fylgjast við henni. Men er tað ikki okkurt við henni sum tær dámar? Hava tit einki felags áhugamál? Og er tað heilt óhugsandi at tit kunnu fylgjast onkuntíð?
Tað er vælskilligt, at tað kann vera strævið, at hendan gentan alla tíðina vil vera saman við tær, um tú als ikki tímir hana. Men, tú ert óivað ein sum genturnar tíma at fylgjast við, og tí er tað nokk at hon eisini vil vera saman við tær. Men royn at umhugsa, um hon ikki kann fylgjast við tær til tíðir, og um tað bara ikki ber til, so mást tú siga tað við hana uppá ein penan máta. Um tit einki hava til felags, so kanst tú t.d. brúka ta grundgevingina. Men hugsa um hvussu tú gert tað, tí tað finnist eingin lættur máti at gera tað uppá, og hugsa eisini um at tað kann særa hana tá tú sigur tað við hana.
Ja, nú fekst tú eitt sindur at hugsa um, men tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara, um svarið ikki er nøktandi.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin