Øll hata meg! Eg veit ikki hví?? Eg eri ein still genta, og prøvi at gera alt gott, men tey HATA meg, eg havi søgt um hjálp, men eg fái onga. Mær feilar einki, eg eri eitt sindur tjúkk, men eg haldi ikki at tað er feilurin. Eg havi ongar vinir.

Góða genta!
Tú hevur sett orð á, hvussu trupult tú hevur tað, og sum eg skilji teg, so kennir tú teg rættiliga einsamalla. Tað er ringt hjá tær at broyta støðuna sjálv, tá tú ikki veitst, hvat tú skalt gera øðrvísi. Tað fær meg at hugsa, at tú hevur brúk fyri hjálp, sjálvt um tú sigur, at tú hevur onga hjálp fingið, tá tú hevur biðið um hjálp. Tað er umráðandi, at tú ikki gevur upp. Tú kanst byrja við at venda tær til okkara og kjatta við okkum. Tað er lættari at hjálpa tær umvegis kjatt. Tá kanst tú greiða okkum nærri frá tínum trupulleikum. Vit kunnu m.a. vísa tær á, hvønn annan, ið tú kanst fáa hjálp frá, t.d lærara, heilsufrøðingi í skúlanum ella frá onkrum heilt øðrum, sum tú kennir og hevur álit á. Vit kunnu eisini geva tær ráð um, hvussu tú kanst fáa betri samband við onnur og møguliga koma í samband við nýggjar vinir.

Vóni, at vit hoyra frá tær!
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg