Hey góða!
Fyrst av øllum skalt tú hava stóra takk fyri, at tú hevur tikið teg saman at skriva inn til okkara. Takk fyri eitt gott bræv! Tú skrivar, at tú ikki heilt veit, um hettar eru veruligar trupulleikar, ið tú stríðist við – men tað er tað. Tað eru nógv ung og eldri, sum hava tað júst sum tú, men tað verður tíverri ikki tosað so nógv um tað. Vit vilja altíð vísa øðrum, at vit megna alt, at við eru glað og hava tað gott. Vit tora ikki at siga nøkrum, at vit ikki hava tað gott, tí so missa vit fasaduna, og vit fara at kenna okkum viðbrekin. Tú skrivar at tú hevur roynt at hildið høvdið høgt í byrjanini, men at tú ikki orkar. Tað er heldur ikki nakar sum kann orka tað út í longdini, tú mást royna at finna útav, hvat tað er, sum ger, at tú hevur hesar tankar, og hví tú kennir teg so langt niðri. Tú kanst ongantíð goyma teir negativu tankarnir og halda at teir bara hvørva av sær sjálvum. Tað er líka sum tá ein fær eitt stórt opið sár, um ein ikki røktar sárið, ja so blívur tað ongantíð frískt og onkuntíð kemur tað bruni í sárið, og tú ert noydd til at røkta tað av nýggjum. Somuleiðis er tað eisini við okkara kenslum og tankagongdum. Vit verða sárað og irriterað, bæði inná onnur og okkum sjálvi, men vit eru noydd til at fara víðari í lívinum, ella kunna vit koyra okkum sjálv niður, bara av negativum tankum. Tú skrivar, at tú altíð hevur verið ein glað og positiv genta og havt høgt sjálvsálit, men at tú nú ikki følir at tú strekkir til longur, sum um tú ert dottin í eitt djúpt hol og kanst ikki koma upp aftur. Tú følir at tú ert blivin burtur, men vilt gjarna finna teg sjálvan aftur. Tú kanst finna teg sjálvan aftur, men tað er bara tú sum kanst gera tað og eingin annar. Tað kann vera, at tú hevur upplivað t.d. sorg, at tú heldur teg mangla viðurkenning frá tínum foreldrum ella vinum, at tú følir at tað verður lagt ov nógv trýst á teg, ivast í hvør tú ert og hvat tú stendur fyri o.s.fr. Eitt annað, ið tú eisini skal hugsa um er, at tú ert komin í ein aldur, har tú skalt taka nógvar avgerðir. Tað kann vera, at tú følir teg ótrygga og veit ikki rættuliga, hvat tú skalt gera eftir fólkaskúlan, skal tú fara víðari í skúla, skalt tú arbeiða í eitt ár, fara uttanlands ella hvat tað nú kann vera. Sum ungur í dag hevur tú nógvar valmøguleikar, og tað er bæði gott og ringt. Men samanumtikið, so hjálpir at tosa við onkran. Tú hevur rætt, at tað eru ikki øll sum skilja, men øll kunnu heldur ikki skilja alt, og tað mást tú bara læra at liva við. Men tað kann ofta vera tørført at seta orð á hvat tað kann vera í bagir, tí tað kann vera, at tú ikki heilt sjálv veitst hví. Tað kann eisini taka eitt sindur av tíð, áðrenn tú sjálv finnur útav, hvør orsøkin er, sum ger, at tú hevur tað, sum tú hevur tað. Um tú ikki veitst, hvønn tú kanst tosa við, ert tú altíð vælkomin til at seta teg í samband við okkum. So kunnu vit hjálpa tær ella bara lurta eftir tí tú hevur at siga.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin