Search
Close this search box.
Hey! Eg eri ein genta sum ikki dugir at siga nei… tað vil siga at um onkur biður meg um hjálp til dømis til at selja lutaseðlar ella annað, so dugi eg ikki at siga nei.. sjávlt um eg veit at eg havi nógv for nógv at gera og nógv for nógv at hugsa um… Eg havi gingið til sálarfrøðing, men eg haldi ikki at tað hjálpur serliga væl… eg havi nógvar deiligar vinindir, og har er serliga ein ið mær dámar væl at tosa við, men eg haldi ikki at hon tekur mínar trupuleikar so seriøst… hon hevur sjálv haft nógv problemir við sjálválit og annað, og hon hevur eisini gingið til sálafrøðing…. eg havi brúk fyri at hon sigur við meg at eg kann koma at tosa við hana osv… (skal sigast at vit eru rættiliga tættar… hon fortelur mær nógv, og vit eru ofta saman)… Eg havi so nógv at hugsa um…. eg veit ikki hvat eg skal gera…. ! og eg eri altíð deprimera… eg vísi tað ikki altíð… men eg gráti minst einaferð um dagin… hvat skal eg gera?? Her er ikki so nógv skil í, men hopi at tit skilja meg…

Góða troytta!
Takk fyri brævið. Gott at tú longu nú sum 14 ára gomul sært trupulleikan av altíð at vera hjálpsom. Tað er jú fantastiskt, at tú ert hjálpsom, tí tað er ein góður eginleiki at hava, sum tú kanst hava gleði av og ikki minst onnur, men alt við máta. Tað er troyttandi ikki at duga at siga nei, og tá meini eg veruliga so troyttandi, at tað kann ávirka tína lívsgleði, tí tú sigur nei til teg sjálva og ja til øll onnur. Tú sigur einki um, nær og hví tað er byrjað, men tað er kanska byrjað fyri nógvum árum síðan, tí at tú hevur følt teg væl, tá tú hevur hjálpt øðrum við t.d. at selja lutaseðlar. Frá tí at tað var ein góð kensla og til at tað í dag er ein plága, tí onnur síggja tað sum eina sjálvfylgju, at tú sigur ja, kann taka langa tíð hjá summum og styttri tíð hjá summum. Tað kann eisini taka styttri ella longri tíð at koma burtur óvananum ella veikleikanum. Tað krevur vilja og styrki, men tað hevur tú heilt víst í tær. Tá tú altíð ert klár at hjálpa øðrum, hevur tú tikið ta ábyrgdina ella uppgávuna á teg, og tí er tað ringt hjá øðrum at skilja, at tú eisini hevur tørv á at vera tann, sum eisini hevur brúk fyri troyst og umsorgan frá øðrum. Tú skalt royna at vera saman við fólki, ið hava yvirskot at lurta eftir tær og hava tað stuttligt. Tað er nemliga lætt fyri teg at finna saman við øðrum, ið tú skalt hjálpa, tí tað ert tú so von við, men tað snýr seg bæði um at geva og fáa frá tínum vinum. Tú hevur gingið til samrøður hjá sálarfrøðingi, og tú ivast í, um tað hjálpti. Har kundi eg hugsað mær at vita, hvat tit arbeiddu við og hví. Tað vildi eisini verið gott at vita, hvat hevur forðað tær í at fáa hjálp frá sálarfrøðinginum. Tað kann vera so nógv. Kanska at tit ikki hava tosað so væl saman ella at tú ikki hevur verið klár tá, men tað veitst tú nógv betri enn eg. Tí hevði verið deiligt at kjattað við teg um, hvat hendi.

Tú sigur, at tú ert tunglynt, og at tú vísir tað ikki ofta. Tað er ikki lætt at vísa, at man er keddur, tá man er vanur við at vera hjálpari. Møguliga kanst tú royna at venja teg við at vísa meira, hvussu tú veruliga hevur tað. Tað er rættiliga móðsamt at lata sum um at ein hevur tað gott, tá ein grætur innvendiga. So góða tú, hetta er eitt stig tann rætta vegin, at tú hevur sett orð á, hvussu tín støða er, og tú kanst spakuliga byrja at broyta tínar handlingar, so at lívið blívur lættari fyri teg. Fyri tað fyrsta kanst tú byrja at hugsa so ofta sum gjørligt: Er hetta gott fyri meg? Royn at siga ja til tað, sum tú fært tað betri av og nei til tað, sum tú ikki følir er gott fyri teg. Síðan kanst tú siga kanska ella eg veit ikki heldur enn at siga ja, tá fólk biðja teg um ymiskt. Ikki er neyðugt at koma við einum svari beinanvegin.Til ber eisini at siga: Lat meg líka hugsa um tað! Royn at siga við tey rundanum teg, at tú ert troytt ella tað, sum tú ert, og so vænti eg, at tey so við og við fara at síggja teg við øðrum eygum, altso sum ein heilt vanligan persón, og ikki eina supergentu, ið avgreiðir alt. Royn at læra teg at biðja onnur um hjálp til ymiskt, sjálvt um tú ert von við at gera tað sjálv. Oftast blíva fólk ordiliga glað, tá tey hava møguleika at hjálpa einum, sum er vanur at hjálpa øðrum. Við øðrum orðum, er tað best fyri øll vinarløg og eisini parløg, at man er erligur og bæði gevur og fær frá hvørjum øðrum. Ikki soleiðis at skilja, at tað verður beinleiðis kravt frá hvørjum øðrum, men at tað hendir natúrliga, tí man hevur umsorgan fyri hvørjum øðrum. Har eru so nøkur boð uppá, hvat tú kanst gera.

Góða eydnu og minst til at ansa væl eftir tær!

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…