Hey, ‘Tann við missháttu boppunum’
Takk fyri brævið.
Sum tú sjálv ert inni á, so er tað heilt vanligt, at bróstini á konufólki ikki eru líka stór. Heldur ikki hjá vaksnum kvinnum.
Tú fortelur at tú ert í teenagaraárunum, tað kann vera alt millum 13 og 19 ár, so nú veit eg ikki, hvussu gomul tú ert. Men um tú ert tíðliga í teenagaraárunum, so er kroppurin hjá tær ikki liðugt útviklaður, og tí kann nógv henda enn. Tú kanst gott enda við at fáa bróst sum hava (næstan) somu stødd.
Tú sigur at tú hevur havt tað so leingi – er tað í fleiri ár? Tað er nokk ikki so sannlíkt at orsøkin til støddarmunin er at tú hevur fleiri musklar í eini síðuni. Hevur tú verið hjá lækna og sagt tað við hannhana? Læknin kann svara tær uppá, um tú enn manglar nøkur ár í at útvikla teg, ella um tað kanska bara er tú sjálv sum følir at tað er so stórur munur á bróstunum?
Hetta er kanska ikki eitt svar, sum tú kanst brúka til so nógv, tá ið tú nú gongur runt við kensluni av at bróstini hjá tær eru so ymisk, at tú ikki vilt ganga í strømmum blusum longur. So fyri teg er tað eitt stórt problem, tað skilji eg væl.
Kanska tú hevur onkra góða vinkonu, sum torir at vera ordiliga erlig við teg? Hvat við at spyrja hana, um hon hevur hugsað um at tað er stórur munur á bróstunum á tær? Um hon sigur, at hon ongantíð hevur hugsað um at tíni bróst eru ymisk í stødd, so kanst tú næstan rokna við, at hon hevur rætt, og at tað er nakað, sum bara tú sjálv hugsar um. Tað er ikki vist at hini halda tað. Ofta er tað jú so, at vit sjálvi fokusera allarmest uppá tað við kroppinum hjá okkum, sum vit ikki halda vera í lagi, meðan onnur als ikki síggja problemið hjá okkum. Tá er bara eitt at gera, og tað er at velja at vera betri við seg sjálva, og at leggja dent á tey góðu tingini, vit síggja við okkum sjálvum.
Eg vóni allíkavæl, at tú fært brúkt hetta svarið til nakað. Annars ert tú sjálvandi vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 mánadagar og hósdagar kl. 14-22.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin