Search
Close this search box.
Hey! Eg eri ein genta, ið er 14 ár. Eg havi nakrar spurningar: Hvussu kann man gera sum man fær betur sjálvsálit. Mítt er so lágt, at eg klári tað ikki meira. Eg eri eisini ógvuliga stressa. Eg havi ikki havt mistratión í 3 mánaðir nú. Hvat kann tað vera? Kann tað vera stress? Eg dyrki nógvan ítrótt, rógvi og eri givin við fótbólti, tí eg var for stressa. Eg eri 167 cm long og vigi 55 kg. Er tað for nógv? Hvussu kemur ein genta? Veit man altíð, um man hevur havt sex, tá man hevur verið skít( altso fyrstuferð) Hopi tit svara mær skjótt, eg havi brúk fyri at vita.

Góða tú við spurningum!
Fyri at fáa betur sjálvsálit, má ein fyrst og fremst læra at dáma seg sjálvan. Tú mást hugsa um tey tingini, sum tú dugir bæl, og so brúka tað fyri at styrka um sjálvsálitið. Um tú miðvíst arbeiðir við at styrkja um sjálvsálitið, so blívur tað betri og betri við tíðini.
Tú sigur, at tú ikki hevur havt mánasjúku í 3 mðr. Orsøkurnar kunnu vera nógvar. Tú ert so ung, at mánasjúkan møguliga ikki er blivin reglulig enn. Tað at tú hugsar og ert stúrin um, hví mánasjúkan ikki kemur, kann eisini útseta hana, og ein kann eisini missa mánasjúkuna, um ein vigar ov lítið. Ein skal hava eitt ávíst prosent tal av feitti á kroppinum fyri at fáa mánasjúkuna. Haldi, at tú skalt tosa við tín lækna, um mánasjúkan ikki kemur skjótt.   At viga 55 kg, tá ein er 167 cm, ljóðar sera passandi. Tað er hvørki ov nógv ella lítið, so halt tú bara vektini á leið, har hon er nú.
Ein genta kemur við at klitoris verður stimuleraður við jøvnum rørslum. Klitoris situr beint við vagina. Tá klitoris verður stimuleraður til eitt klimax, trekkir undirlívið hjá kvinuni seg saman við rútmiskum rørslum. Tað er orgasma.
Tað ber ikki til at siga, um ein altíð veit, um ein hevur havt sex, tá ein hevur verið skít. Um ein genta hevur ligið avdottin onkustaðni, kann onkur møguliga hava sex við henni, uttan at hon veit av tí. Tá eg sigi onkur, er tað tí, at tað óhugnaliga og vandamikla við at liggja ógvisliga rúsað er, at tú kanst verða kynsliga misnýtt, kanst blíva við barn ella kanst verða smittað við kynsjúkum, av øllum, sum hava tørv á tí, bæði eldri og yngri monnum, ja av øllum, tí ein tá er verjuleysur.

Vónandi hevur tú fingið svar uppá tínar spurningar.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…