Hey tú við stórari sorg!
Tað er rætt av tær at taka hettar misbrúksmálið upp, hóast tað hendi fyri 9 árum síðan. Tú sigur sjálv, at tað sárið, sum tú fekk, ongantíð fer at lekjast, og stóribeiggi tín fór klárt yvirum tíni mørk við at nerta soleiðis við teg, og tað píndi eisini. Tit hava tað trupult saman enn, og tað sýnist ikki sum um at tú kanst gloyma hendingina, tí hon hevur ávirkað teg so nógv. At ganga við einum loyndarmáli er ein tung byrða at bera, og serliga fyri børn, so tað er umráðandi, at tú fært sett orð á tínar kenslur í samband við hendingina. Tað hevur tú nú gjørt vi at venda tær til okkara, og tað er gott.
Eg hevði fegin viljað vitað meira , t.d. hvussu nógv eldri er beiggi tín er og um hann hevur gjørt seg inn á onnur. Um annað misbrúk ella harðskapur, kropsligt ella sálarligt er í familjuni hjá tær.
Um tíni foreldur hava tað gott saman, ella um trupulleikar eru har. Tú veitst so nógv , sum eg ikki veit, og tí kann vera ringt hjá mær at meta um, hvat er rættast fyri teg at gera nú. Tú kanst venda tær til heilsufrøðingin í skúlanum, har tú gongur, og greiða henni frá, hvussu tú hevur tað, so at hon kann ráðgeva tær. Tað er kanska ein grund til, at tú ikki hevur tosað við tíni foreldur um hendingina, og tí kann vera gott at tosa við onkran annan, sum hevur skyldu at hjálpa tær, so at tú fært tað gott.
At beiggi tín hevur gjørt seg inn á teg kynsliga, er eitt tekin um, at hann hevur tupulleikar, sum hann skal fáa hjálp til at koma burtur úr. Hann má steðgast í at møguliga gera seg inn á onnur, og tað kann hann fáa viðgerð fyri. Tað hevði verið gott fyri teg, um tú hevði fingið tað gott saman við beiggja tínum í framtíðini, men tað krevur, at tit fáa tosað um, tað sum er hent, og at hann fatar, at hann hevur gjørt seg inn á teg, at hann hevur volt tær pínu, og at hann angrar. Tá kunnu tit kanska blíva góð við hvønn annan, men tað er ikki vist. Tit kunnu fáa hjálp frá viðgera ella sálarfrøðingi at tosa um hendingina. Um tú heldur, at beiggi tín ikki hevur misbrúkt nakran aftur, eiga tit bæði allíkavæl at fara til sálarfrøðing ella viðgera. Tú kanst seta teg í samband við barnaverndina uttan at siga tínum foreldrum frá. Barnaverndartænastan eigur at taka sær av sovorðnum málum, og tí hevði verið gott, um tú, antin sjálv ella við hjálp frá øðrum vendir tær til teirra. Tú finnur tína barnaverndartænastu við at fara inn á www.bvs.fo.
Hvat løgreglan ger, um tú vendir tær beinleiðis til teirra og meldar, er helst at kanna málið fyrst, og so koma til eina niðurstøðu um, hvat kann gerast. Tað at tað er hent, tá tit bæði vóru børn ger, at tað verður øðrvísið viðgjørt ,enn tá ein vaksin ger seg inn á eitt barn. Tú kanst venda tær til løgregluna við spurningum ella biðja um ráð, uttan at tað blívur til eitt mál. Annars vil eg mæla tær til at ringja ella skriva meira til okkum, so at vit kunnu spyrja teg meira og geva tær neyvari ráð.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin