Search
Close this search box.
Heey tit! Takk fyri eina super heimasíðu. Spurningurin: eg eri so feit og vigi langt yvur 50 kg og gangi bara í 6. flokki, og geri ítrótt fýra ferðir um vikuna. Hvussu kann eg tapa meg?

Nú skrivar tú einki um hvussu høg tú ert, tí alt eftir um ein er spinkul, vanligur ella kraftigur, er samsvar millum hædd og vekt. Tað vil siga, at tvær gentur, ið hava somu hædd, kunnu viga heilt ymiskt, men tó hava røttu vektina til hæddina.

Eftir mínari fatan tykjast nøkur og 50 kg at vera ein góð vekt, tá ið tú gert nógvan ítrótt. Tá tú íðkar ítrótt fýra ferðir um vikuna, hevur tað óivað ta ávirkan á vektina, at tú tyngist, tí at tú fært vøddar. Vøddar viga meira enn feitt. Tað er sera gott at styrkja vøddarnar, tí at tað styrkir eisini alt likamið.

Eini góð ráð eru sostatt: Ikki at hyggja eftir vektini, men eftir hvussu tú sært út og hvussu tú hevur tað! Tú stendur í vøkstri og skalt eta góðan og sunnan mat, sova nóg mikið og røra teg nógv.

Tí er tað sikkurt ikki neyðugt hjá tær at klænka teg, men tú kanst lata vera við at eta alt ov nógv góðgæti, sodavatn, grillmat o.t..

Góða eydnu
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…