Spurnarkassin: Genta, 0 ár spyr
The girl
Spurningur:
Heey.. Fyrst vil eg siga at eg haldi at tað er orduliga gott at vit nú hava fingið eina føroyska heimasíðu til ung og problemir. 1000 takk. Nú til mín spurning: Eg havi eina vinkonu sum skerir seg. Hon hevur kortsíðani sagt mær tað. Og eg eri tann einasta ið hon umgongst næstan hvønn dag og veit tað. Men, nú eru aðrar gentur í flokkinum byrjaðar at síggja tað, og eg eri bangin fyri at tað nú kemur rundt. Eg havi prøva at tosa við hana, og sagt at hon burdi tosa við onkran vaksnan. Men, tað vil hon ikki. (Tað skilji eg væl). Hvat skal eg gera ? Eg vil alt tað besta fyri hana. The girl
Svar:
Hey “the girl”
Tað er gott at tú skrivar til okkara og biður um hjálp til hendan trupulleikan.
Tú ert ein góð vinkona, sum lurtar eftir tínari vinkonu, og sum vil henni tað besta. Men tað er ein alt ov stór ábyrgd hjá tær, at vera tann einasta sum veit av, at vinkonan skerir seg.
Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at vinkonan hjá tær skerir í seg sjálva, og hetta er ikki nakað sum tú fær gjørt nakað við. Tú kanst vera hjá henni, lurta eftir henni, og verða ein góð vinkona. Tú kanst eisini biðja hana leita sær hjálp, og stuðla henni í tí.
Ráðini til tín eru sostatt, at um hon ikki sjálv leitar sær hjálp, skalt tú spyrja hana, um tað er í lagi, at tú sigur hetta fyri heilsusystrini ella einum lærara á skúlanum. Heilsusysturin ella lærarin kann síðani seta seg í samband við tína vinkonu og harfrá veita henni røttu hjálpina. Tú kanst eisini bjóða tær at fara við vinkonuni at tosa við onkran. Tí óansæð hvat orsøkin er til at vinkonan hjá tær velur at skera seg, so er tað sera týdningarmikið, at hon fær onkran vaksnan at tosa við um trupulleikan, so hon kann fáa hjálp. Tí tað er álvarsamt at skera seg, og tað er umráðandi, at vinkonan hjá tær fær hjálp til at fáa hetta steðgað. Hon er eisini vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, har hon kann tosa við ein ráðgeva.
Tað er eisini umráðandi hjá tær, at hava ein vaksnan, sum tú kanst tosa við um hendan trupulleikan. Tað kann t.d. vera tíni foreldur ella onkur annar sum tú hevur álit á.
Tú er altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin